Fótbóltur

B68 brynjar seg av álvara til komandi árini

Felagið hevur gjørt tvey-ára sáttmálar við 14 leikarar seinastu vikuna.

Andri Benjaminsen skal aftur hava heimavøll á Svangaskarði komandi ár (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

Andri Benjaminsen skal aftur hava heimavøll á Svangaskarði komandi ár (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

2019-11-05 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani greiðu niðurflytingina í 2016 hevur B68 verið í næstbestu deildini. Í 1984, 1985 og 1992 kom FM í hús, og í nøkrum førum í hesari øldini hevur B68 bjóðað av í oddinum í fremstu deildini. Hesir dagarnir tykjast tó at at vera langt burtur á Svangaskarði.

Í ár endaði B68 á 5. Plássi í 1. deild við 35 stigum og var harvið sera langt frá einari uppflyting. Í fjør var tó sera nær við, at toftamenn fluttu upp. Trý lið høvdu 52 stig, men NSÍ og KÍ høvdu bæði betri málmun, so B68 endaði nummar fýra. Tað gjørdi liðið eisini í 2017, har trý stig og nøkur mál vóru upp til uppflytingina.

Seint í august var greitt, at ein legenda í felagnum tók yvir aftur. Øssur Hansen er nú høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, er høvuðsungdómsvenjari og hevur alla ítrottarliga ábyrgd í B68. Maðurin við yvir 350 dystum fyri besta liðið hjá B68 skal nú royna at føra tað upp í bestu deildina aftur. B68 tyktist veruliga at satsa uppá hetta, og nógvir sáttmálar eru komnir uppá pláss til komandi ár.

[object Object]
18-ára gamli verjuleikarin Aleksandur Jensen spældi flestar minuttir fyri B68 faran kappingarár. Hann er úttikin til U19-landsliðið, ið skal til EM í Danmark í komandi viku (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

Sjey av teimum leikarunum ið hava spælt fast í ár hava longt við felagið seinastu dagarnar. Talan er um brøðurnar Esmar Clementsen og Karstin Clementsen, U19-landsliðsleikararnir og tvíburðarnir Aleksandur og Bárður Ólavsson Joensen, Búa í Hjøllum, Petur í Túni Petersen og Dávur Matras Hansen.

[object Object]
Tvíburðin Bárður er ein meria álopskendur leikari, ið skoraði 9 mál í 1. deild í 2019. Eins og Aleksandur spældi hann 26 dystir (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

Tríggir serbar komu til Toftir í summar, men loyvini komu ikki uppá pláss fyrrenn til tey seinastu trý umførini. Allir hava skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við B68: Álopsekendi Zoran Vujovic, verjuleikarin Andrija Radovanovic, og málverjin Nikola Stoisavljevic.

[object Object]
Andrija Radovanovic saman við Øssi Hansen. 28-ára gamli verjuleikarin spældi tríggjar teir seinastu dystirnar í heyst og skoraði eitt mál (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

Tríggir leikarar eru “komnir heim”. Ari Johannesen hevur spælt 30 dystir í Betrideildini fyri B68. Seinastu tvey árini hevur hann spælt 20 dystir við 1. deildarliðnum hjá Skála. Bergur Johannesen kemur úr NSÍ, har hann eisini fyri tað mesta hevur spælt í 1. deild.

[object Object]
23-ára gamli verjuleiakrin Ari Johannesen er aftur í B68 (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

Andri Benjaminsen kemur eisini aftur til felagið, har hann spældi síni fyrstu fótbóltsár. Kviki kantspælarin skoraði í báðum teimum seinastu dystunum í Betrideildini fyri NSÍ. 20-ára gamli Andri hevur samanlagt 107 dystir í Betrideildini og 1. deild. Hann varð í 2017 leiðgaur frá NSÍ til Skála saman við Jannik Mathias Olsen, sum í dag eisini hevur skrivað undir við B68. Jannik er eisini kvikur, bert 20-ára gamal, og spælir fyri tað mesta á kantinum. Hann hevur spælt 100 dystir í Betrideildini og 1. deild samanlagt


[object Object]
Jannik Mathias Olsen og Øssur Hansen (Mynd: B68 - Tofta Ítrottarfelag)

Í øllum førunum er talan um tvey-ára sáttmálar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder