Annað

Óli Edvard Olsen vann Hilton Garden Inn Open

Leygardagin verður aftur ein opin golfkapping á Glyvursnesi – Føroya Banka Open.

Frá vinstru Finn W. Larsen, Óli Edvard Olsen og Janus Jakobsen (Mynd: golf.fo)

Frá vinstru Finn W. Larsen, Óli Edvard Olsen og Janus Jakobsen (Mynd: golf.fo)

2026-07-30 18:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Háárstíð er hjá golfítróttini í Føroyum í løtuni, og í hesum døgum verða fleiri kappingar hildnar á Glyvursnesi, sum ikki einans eru fyri limir í Tórshavnar Golffelag, men fyri golfspælarar aðrastaðni frá eisini.

Farna leygardag, 25 juli, var Hilton Garden Inn Open 2026 spæld á Glyvursnesi, og leygardagin er hin stóra árliga open-kappingin á skránni, Føroya Banka Open 2026.

Í kappingini farna leygardag vóru fleiri fremmandir golfspælarar við, skrivar Tórshavnar Golffelag á heimasíðu síni, bæði úr Íslandi og Danmark, umframt egnir føroyskir golfarar.

Úrslitið gjørdist, at Óli Edvard Olsen vann kappingina framman fyri Finn W. Larsen og Janus Jakobsen.

Ein kapping var eisini fyri spælarar yvir 70 ár. Hesir spældu 9 hol. Hesa kappingina vann Janus Norðberg framman fyri Julius Johannesen og Hans Eirik Jacobsen.

Tað vóru eisini vinningar til teir sum vóru nærmast teimum stuttu par 3 holunum. Hesir vinningar fóru til Graham Stewart og Ragnar Örn Steinarsson.

Nú leygardagin 1. august verður so Føroya Banka Open 2026, sum er yvir 18 ár, meðan leikarar, ið eru 70 ár og eldri spæla 9 hol.

Kappingin er ein opin kapping, har øll við einum galdandi handikapprógvi og einum handikapp á 54 ella lægri kunnu vera við.

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 31. juli kl. 18. Meira um hvussu ein meldar seg til á heimasíðuini hjá Tórshavnar Golffelag

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder