Óli Mittún hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá Champions League-kappingarárið. GOG tapti í Lissabon í 1. umfari, men Óli Mittún varð GOG-toppskjútti við átta málum
Í kvøld stóð hvirluvindurin úr Hoyvík seg uppaftur betri, tá Pick Szeged vitjaði til lykladyst í 2. umfari. Fýra lið eru í hvørjum bólki og tvey koma víðari. Harvið er ikki ráð at missa stig serliga ofta.
Óli Mittún tók beinanvegin taktstokkin. Hann skoraði seks mál uppá seks skot, og góðu málverjarnir hjá útiliðnum, Portner og Mikler, fingu heldur ikki tarnað Mittún eftir steðgin.
Samanlagt skoraði nummar 78 tíggju mál uppá tíggju skot. Harvið var Óli Mittún javnsettur toppskjútti við Manuel Zehnder. Sveisiki bakspælarin skeyt eitt skot fleiri og skoraði seks ferðir við brotskasti.
Óli sspæli við høgari ferð og so at siga ongum mistaki. Hann er eisini skrásettur fyri flest uppglegg í dystinum - fimm.
Hetta var týðandi partur av, at GOG helt Pick Szeged aftanfyri sær. Liðið hjá Michael Apelgren hótti annars fleiri ferðir og var á minus eitt nakrar ferðir seinastu tjúgu minuttirnar. Men Óli Mittún vann á venjara sínum frá fyrstu árunum í IK Savehof, og 21-ára gamli føroyingurin prógvaði seg aftur á størsta evropeiska pallinum.
![]()
Óli Mittún í Savehof-tíðini, tá Apelgren var venjari
Sigurin merkir, at GOG er á 2. plássi eftir tvey umfør. Svenska Kristianstad, eitt lið sum Óli Mittún kennir væl, er á skránni í næsta umfari. Tað er tó ikki fyrrenn 7. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald