- Gott at vera negativur
Soleiðis byrjar B36 eitt skriv á Facebook-síðu sínari. Eftir at ein tilburður var staðfestur í leiðarahópinum týskvøldið, varð ætlaði dysturin á Skála útsettur, og síðani hevur nakað av ivamáli verið um B36 kann fara til Gibraltar í komandi viku, har Europa League-uppgáva er á skránni hósdagin 20. august.
Allur hópurin varð kannaður mikudagin, men tá vórðu fleiri tilburðir ikki staðfestir.
- Síðani hevur B36 verið í tøttum samskifti við landslæknan og læknaligu ráðgevingina hjá FSF. Hóast hesi ikki settu krav um nýggja kanning longu nú, so valdu vit í felagnum av trygdarávum at kanna allan hópin av nýggjum.
Hetta varð so gjørt í morgun, har øll sum ætlandi skulu við ferðalagnum til Gibraltar mánadagin, vóru á gátt hjá Thetis. Í kvøld kann so aftur staðfestast, at øll eru testað negativ.
Harvið kunnu fyrireikingarnar til Gibraltar-ferðina halda fram, og nú kann B36 eisini av álvara byrja at venja aftur. Valt varð mikukvøldið at ikki venja saman fyribils, hóast allar kanningarnar vóru negativar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald