Hondbóltur

Omanfyri 300.000 krónur

Fyritøkur og kommunur hava boðað frá, at tær stuðla Hondbóltssambandinum við 305.000 krónum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-05 09:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

305.000 krónur. So nógv er savnað inn til Hondbóltssambandið, sum áðrenn 15. juli skal boða frá um landsliðið hjá monnum skal luttaka í komandi HM-undankapping. Av tí at heimadystirnir seinasta árið eru leiktir í Danmark og hetta hevur havt meirkostnað við sær, manglar í hjá Hondbóltssambandinum.

Ætlanin var, at løgtingið skuldi játta eina millión, sum skuldu dekka meirkostnaðin hjá Hondbóltssambandinum av, at heimadystirnir hava verið leiktir í Danmark. Hetta hendi tó ikki, tí løgtingið fór í summarfrí áðrenn tað kundi vera avgreitt. Sostatt stendur HSF og vantar eina millión um landsliðsarbeiðið ikki skal skerjast.

Nú eru 29 fyritøkur og kommunur sum hava boðað frá at tær stuðla við 10.000 krónum hvør. Runavíkar kommuna hevur boðað frá, at hon stuðlar við 25.000 krónum. Fleiri eru á veg eisini, og sostatt eru vit komin upp á 305.000 krónur.

Fyritøkur, sum higartil hava sagt, at tær vilja stuðla eru hesar:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Sandoy Seafood
KBI
Wenzel
62n
Vónin   
P/F Frost
Fønix
P/F Waag
Elding
Kjølur
Kjølbro Heilsøla
Kemilux
Sólorka
Jóhan á Plógv Hansen, hondbóltsspælari
Runavíkar kommuna (25.000 kr.)
Sandshavið
Burn Fitness
Føroya Termovirki
Sp/f Grettir
Sp/f Skálafossur
P/f Vesturbúgvin
Mest
Enniberg
Sp/f Rókin
KMS-Køling Sp/f
Pizza67
Bilrøkt

Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.

(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder