Fótbóltur

Ongland er víðari í Nations League

Heimaliðið vendi øllum á høvdið seinasta korterið á Wembley.

2018-11-18 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kroatia var í dag á vitjan í London til avgerandi dyst um at koma víðari úr bólki 4 í bestu deildini í Nations League. Hetta var ein endurtøka av hálvfinaluni í HM-endaspælinum, har Kroatia vann 2-1 eftir longda leiktíð.

Hesaferð vóru onglendingar omaná. Hagtølini vístu, at heimaliðið hevði yvirvág í spælinum og í málmøguleikum. Kroatia tók tó leiðsluna í 57. minutti, og við einum sigri høvdu kroatar vunnu bólkin, og Ongland hevði flutt niður til næstu Nations League kappingina.

Men so javnaði Jesse Lingard í 78. minutti, og fimm minuttir fyri tíð avgjørdi liðformaðurin Harry Kane fyri Ongland. Hetta hevur við sær, at onglendingar skulu spæla um eitt EM-pláss komandi summar, meðan Kroatia flytur niður í Deild B.

Ongland – Kroatia 2-1 (0-0)
0-1 Andrej Kramaric
1-1 Jesse Lingard
2-1 Harry Kane

Endaliga støðan í bólki 4 – deild A:
1. Ongland (7 stig)
2. Spania (6 stig)
3. Kroatia (4 stig)

[object Object](Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder