Fótbóltur

Ongland fyri aðru ferð

Mál frá Sterling og Kane í seinna hálvleiki sendi Týskland út, Ongland í fjórðingsfinaluna og harvið tey flestu á Wembley í ovfarakæti. Hetta merkti eisini, at dysturin gjørdist tann seinasti hjá Joachim Löw sum oddamanni fyri Die Mannscaft.

Harry Kane verður fagnaður av millum annað Shaw og Grealish, ið løgdu upp til hvør sítt mál, eftir 2-0 málið (Mynd: EPA)

Harry Kane verður fagnaður av millum annað Shaw og Grealish, ið løgdu upp til hvør sítt mál, eftir 2-0 málið (Mynd: EPA)

2021-06-29 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland. Tað var har vøggan hjá fótbóltinum stóð í 19. øld. Manslandsliðið hjá Onglandi var saman við tí hjá Skotlandi, tað fyrsta sum spældi landsdyst. Langa søgan ger tó ikki, at "Three Lions" hava staðið seg nakað serliga væl samanlagt í næststørstu kappingini fyri landslið í heiminum. Undan dystinum á Wembley móti Týsklandi í kvøld hevði Ongland bert vunnið ein einasta knock-out dyst í einum EM-endaspæli. Tað var eisini á Wembley - tó tí gamla - tá Ongland var vertur fyri EM-endaspælinum fyri 25 árum síðani, ið tá taldi 16 lið. Ongland vann tá á Spania eftir brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni.

Einastu ferð Ongland hevur vunnið eitt steyp higartil var í 1966, tá HM var á skránni á enskari jørð. Tá vann Ongland 4-2 á Vesturtýsklandi eftir longda leiktíð í finaluni. Síðani hava tað fyri tað mesta verið vónbrot ímóti gamla fíggindanum - serliga í endaspølum tí Týskland hevur tríggjar ferðir sligið Ongland út av HM og eina ferð út av EM. Í HM 1990 og EM 1996 var tað eftir brotssparkskapping í hálvfinalu. Á heimavølli rakk tað júst ikki til eina finalu hjá sterka liðnum, og tað var Gareth Southgate, ið misnýtti brotssparkið, ið gjørdist avgerandi.

Í kvøld var tað júst Southgate, ið skuldi fáa Ongland framvið Týsklandi. Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Bæði liðini spældu 3-4-3, vóru heldur varin, og tað leikaði javnt á, hóast onglendingar tóktust eitt sindur meira á. Timo Werner hevði størsta møguleikan hjá Týskland, eftir at Chelsea-liðfelagin spældi hann frían, men vinkulin var heldur spískur, og Pickford vardi fyri. Hjá Onglandi góvu nakrir deyðbóltar góðar støður, men tað var í yvirtíðini, tá bólturin tilvildarliga datt til Harry Kane eftir ein túr og skot frá Sterling, at besta enska støðan kom. Kane fekk tikið eit trekk framvið Neuer, men bólturin fór eitt vet og langt burtur frá enska liðformanninum, og ein týskur verjuleikari kom takklandi inni í málteignum.

Í 2. hálvleiki høvdu týskarar bóltin meira, men lítið hendi og tað luktaði av longdari leiktíð. Gareth Southgate setti Jack Grealish inn miðskeiðis í hálvleikinum, og hetta setti meira lív í hjá Onglandi. Tá eitt korter var eftir, legði Raheem Sterling heimaliðið á odda, og so breyt fagnaður av álvara út á Wembley, har 44.000 áskoðarar vóru til staðar. Tað var Sterling, ið sjálvur setti í gongd, tá hann móttók bóltin til høgru. Kane varð tikin við, síðani Grealish, ið spældi longur út í vinstru til Shaw, ið legði hart innfyri, har numamr tíggju hevði runnið púra rætt  Hetta var triðja málið hjá Manchester City-leikaranum í endaspælinum, og tá stóð hann sum einasti málskjúttin hjá Onglandi.

[object Object]

[object Object]
Sterling, viðleikarar og áskoðarar kundu stórfegnast í 75. minutti (Myndir: EPA)

[object Object]
Müller gjørdist púra fríur, verjuleikararnir kundi ikki fáa fatur á honum...

[object Object]
...men skotið rakti ikki enska málið, ið Jordan Pickford aftur helt reint (Myndir: EPA)

Løtu seinni fekk Týskland sín greitt størsta møguleika, tá Ongland misti bóltin í uppspælinum, og Thomas Müller gjørdist púra fríur. Royndi Bayern-leikarin skeyt tó framvið. Ístaðin økti Ongland fimm minuttir fyri leiklok, tá Kane setti høvdið á innlegg frá Grealish. Álopið byrjaði við at vælleikandi vinstri vongbakkurin, Luke Shaw vann bóltin mitt á vøllinum, dreiv hann væl fram og spældi út til vinstru. Eftir fyrsta málið hjá miðáleyparanum kundi veitslan hjá onglendingum av álvara byrja. Týskland varð bast - fyri aðru ferð í einum stórum endaspælsdysti á Wembley - og liðið er tveir sigrar frá finaluni. Fjórðingsfinalan móti vinnaranum av Svøríki - Ukraina skal spælast í Italia leygarkvøldið. Vinnur Ongland er hálvfinala fyri framman á Wembley - EM-finalan verður eisini leikt á Wembley: It's coming home?

Fyri Týskland var talan um stórt vónbrot, og nú eru øll liðini úr deyðans bólki úti - Frakland tapti eftir brotssparkskapping móti Sveis í gjár, og Portugal tapti fyri Belgia sunnukvøldið. Tapið merkir, at Joachim Löw fyri seinastu ferð hevur staðið á odda fyri Die Mannscaft. Eftir næstan 15 ár og 198 dystir letur HM-vinanndi venjarin frá 2014 nú sessin til Hansi Flick.

[object Object]Löw endaði við tapi fyri Onglandi 

[object Object]
Southgate kundi fegnast um, at tað hesuferð eydnaðist honum at vinna á Týsklandi á Wembley

[object Object]Myndir: EPA


EM-Áttandapartsfinalur
Í dag - týsdagin 29. juni

Wembley, London
Ongland - Týskland 2-0 (0-0)
75' Raheem Sterling 1-0
86' Harry Kane 2-0

Hampden Park, Skotland
20.00: Svøríki - Ukraina (DR1/Viaplay)

Vinnararnir hittast til fjórðingsfinalu í Rom leygarkvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder