Fyri tann allarstørsta partin av hesari øldini hevur Yevgeni Trefilov við harðari hond staðið á odda fyri russiska kvinnulandsliðnum. Undir hansara leiðslu hevur Russland vunnið HM fýra ferðir, umframt OL í 2016.
Trefilov gavst, fyri aðru ferð, farna summar. Spaniólin Ambros Martin, ein maður sum heur vunnið fýra Champions League-heiti við ungarska stórfelagnum Györ, tók við. Russland endaði við bronsu til HM-endaspælið í Japan fyri einum árið síðani, og tað varð væntað, at liðið í minsta lagi fór at koma í hálvfinaluna til EM-endaspælið í Danmark, ið verður avgreitt í hesum døgum.
Vertirnir vildu tað tó øðrvísi og við sannførandi 30-23 sigri í seinasta umfarinum í millumumfarinum í gjárkvøldið, syrgdi Danmark fyri, at Russland fríggjadagin skal spæla um 5. plássið ístaðin fyri um eitt finalupláss.
Donsku viðmerkjararnir umrøddu í gjár, hvørt hetta fór at kosta Martin starvið ella ikki. Forsetin í russiska hondbóltssambandinum Sergei Shishkarev hevur í dag váttað fyri russiska miðlinum TASS, at venjarin verður biðin um at siga seg úr starvið, og at ein annar fer at taka sær av liðnum til dystin móti Niðurlondum um 5. plássið fríggjadagin.
Hetta skrivar danska TV2.
Ambros Martin var fyrsti útleindingur nakrantíð, sum stóð á odda fyri russisika kvinnulandsliðnum. Hann hevur áður staðið á odda fyri rumensku kvinnunum, og frá 2018 fram til í summar var hann venjari hjá russiska felagnum Rostov-Don, sum Martin í fjør førdi í Champions League-finaluna.
Spurningurin er so, um Trefilov, ið hevur verið raktur av sjúku í ár, er til reiðar at taka ein eitt tak við sínum eyðkenda stíli.
Fótbóltur
Ósigurin móti Danmark kostaði Ambros Martin starvið
Onkur annar fer at standa á odda fyri russiska liðnum til dystin um 5. plássið í EM-endaspælinum hjá kvinnum.
Ambros Martin sum venjari hjá Györ til ein dyst í Ikast. Í gjár endaði hansara tíð sum russiskur landsliðsvenjari heilt stutt harfrá - í Herning (Mynd: EPA)
2020-12-16 14:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald