Tað var Russland, ið var favorittur í Jyske Bank Boxen í kvøld, og ósigraða russiska liðið hevði bert tørv á javnleiki fyri at spæla seg í hálvfinaluna. Men Danmark vildi tað øðrvísi, og við einum frálíkum liðavriki endaði tað við einum sjey-máls sigri til heimaliðið.
Í 1. hálvleiki var tað serliga sterka danska verjuspælið, ið gjørdu munin. Sandra Toft stóð sera væl í málinum, og í hinum endanum hevði Russland torført við at tálma dønum, og munurin í stegðinum var fýra mál. Russland byrjaði væl í álopspartinum í seinna hálvleiki, men eftir so at siga hvørt russiskt mál gjørdu tær donsku skjótt av, og tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi. Toft tók so líðandi seinasta broddin av russum, lið hennara hevði meira ferð og megi, og tað eydnaðist hjá Danmark at koma uppá 30 mál. Tað var serliga Mie Højlund úr Odense Håndbold, sum gekk á odda við fleiri góðum málum (skoraði sjey samanlagt), við at seta ferð á og at seta hinar upp.
Sandra Toft varð kosin dagsins leikari (Mynd: EPA)
Endaliga úrslitið gjørdist 30-23. Samanlagt frálíkt arbeiði frá venjaranum Jesper Jensen og hansara liðið, og donsku kvinnurnar eru í sínari fyrstu hálvfinalu síðani EM 2016 í Svøríki. Tað verður Noreg, sum er stórfavorittur at vinna kappingina, sum verður mótstøðuliðið í Herning fríggjakvøldið. Tað einasta tey kunnu irða seg um í Danmark nú, er at eingir áskoðarar sleppa til dystin, sum verður sera spennandi, um Danmark spælir á áleið sama støði sum í kvøld.
Hetta er fyrsta endaspælið við Jesper Jensen sum oddamanni. Hann hevur vunnið EM sum leikari (Mynd: EPA)
Nora Mørk og Noreg eru í hopla (Mynd: EPA)
Noreg vann í kvøld við ellivu málum á Ungarn og hevur vunnið allar dystirnar í eindaspælinum. Kroatia kemur saman við Noreg víðari úr bólkinum. Menninir hjá Kroatia hava í fleiri endaspølum staðið seg heilt væl, og teir vóru í finaluni í EM í janaur. Men kvinnurnar hava ongantíð verið millum fýra tey síðst fyrrenn nú. Kroatia vann 23-20 á Týsklandi í avgerandi dystinum í Kolding og skrivaði harvið søgu.
Bólkur 1 - topp trý
1. Frakland (9 stig)
2. Danmark (8 stig)
3. Russland ( 7 stig)
Frakland - Svøríki 31-25
Danmark - Russland 30-23
Bólkur 2 - topp trý
1. Noreg (10 stig)
2. Kroatia (8 stig)
3. Holland (6 stig)
4. Týskland (4 stig)
Kroatia - Týskland 23 -20
Ungarn - Noreg 21-32
Hálvfinalur - fríggjadagin 18/12
16.55: Frakland - Kroatia
19.25: Danmark - Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald