Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis, sum vanliga spæla fyri Mjølnir, gera í hesum døgum bart við seg í sandflogbóltskapping í Andorra.
Talan er um eina U20 EM-undankapping, og higartil hava Osla og Maria Teresa vunnið allar dystirnar.
Myndir: Maria Teresa og Osla vunnu sínar dystir fríggjadagin
Í dag knógvaðu klaksvíkskvinnurna Írlandi. Flogbóltssamband Føroya skrivar, at føroysku kvinnurnar vunnu 2-0, og at tær harvið skulu spæla finalu í kappingini.
Hon verður í morgin, sunnudagin 19. juli, klokkan 12 føroysk tíð.
Mótstøðuliðið verður Ísland ella Skotland: Landið sum vinnur hina hálvfinaluna í dag.
Sigurin hjá Mariu Teresu Vitalis og Oslu Johannesen í dag merkir eisini, at Føroyar í 2027 á fyrsta sinni skulu til eitt EM-endaspæl í sandflgbólti.
Sandflogbóltur (beach volley) verður eisini partur av oyggjaleikunum 2027. Spælt verður á nýggjum vøllum í Sandavági og í Fuglafirði.
-
-
-
-
-
-
Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis fegnast um vunnið stig móti Írlandi. Í morgin spæla tær finalu fyri Føroyar - móti Íslandi ella Skotlandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald