Við einum tapi aftur í kvøld, eru hoyvíkskvinnur úti av European Cup á hesum sinni. Um vikuskiftið hevur H71 spælt áttandapartsfinalur móti Atlético Gaurdes í Spania, og báðir dystirnir vóru leiktir í A Guarda.
Í gjár gekk als ikki eftir vild, og eitt skifti vóru spaniólar á odda við níggju málum. Tá avtornaði gjørdist úrslitið 34-31 til Atlentico Guardes.
Avrikið hjá hoyvíkskvinnum var betri í kvøld, og munurin gjørdist ongantíð stórur. Í fleiri umførum var H71 á odda.
Móti endanum kom fjáltur á hoyvíkskvinnur, og tað eydnaðist ikki at fáa bóltarnar inn. Tað endaði við at Atlético Guardes tryggjaði sær víðari luttóku í European Cup og vann við tveimum málum, 28-26.
Toppskjútti hjá H71 gjørdist Maria H. Weyhe við sjey málum.
Atético Guardes - H71 28-26 (13-12)
Dystargongdin
5 min: 3-3
10 min: 6-5
15 min: 7-5
20 min: 7-7
25 min: 11-9
30 min: 13-12
35 min: 16-14
40 min: 19-18
45 min: 20-19
50 min: 20-20
55 min: 23-24
60 min: 28-26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald