Hóast tey fyrstu 11 talvini í HM-kappingini millum Magnus Carlsen og amerikanska avbjóðaran, Fabianoo Caruana, endaðu við javnleiki, so kom tað rættiliga óvæntað á eygleiðarar, at seinasta talvið í gjár eisini endaði við javnleiki, remis.
Hetta tí at semja var um, bæði millum serfrøðingar og teldur, at Magnus Carlsen stóð nógv sterkari. Kortini bjóðaði hann remis, tá hann hevði leikt sín 31. leik við svarta fólkinum, og Caruana tók av.
Ikki bara stóð Carlsen sterkari á borðinum. Klokkan vísti eisini, at Caruana var um at koma í álvarsliga tíðarneyð, tí hann hevði níggju leikir eftir at leika áðrenn hann fekk lagt 50 minuttir aftur at klokkuni. Tá hevði Magnus ein hálvan tíma eftir í umhugsunnartíð.
Magnus Carlsen segði sjálvur eftir talvið, at hann ikki sá møguleikar fyri at vinna í støðuna uttan at seta seg sjálvan í stóran vanda.
Teir báðir telvararnir skulu nú – í morgin – avgera heimsmeistaraheitið við kviktalvum og møguliga eisini snartalvum.
Magnus Carlsen verður vanliga hildin at vera sterkari í tí skjótari spælinum, og hetta er helst orsøkin til, at norðmaðurin var nøgdru við javnleik í 12. talvinum.
- Høvdu teir spælt víðari, so var vandin fyri tapi eisini til staðar. Vinnur hann mikudagin, so var tað ein røtt avgerð at bjóða remis, sigur Torstein Bae, talvserfrøðingur hjá NRK, um talvið í gjár.
Kvik-, snar- og armageddon
Sostatt fellir avgerðin um heimsmeistaraheitið mikudagin, tá byrjað verður at telvað í London klokkan 15 okkara tíð.
Fyrst skulu fýra kviktalv telvast. Í kviktalvi fáa telvararnir 25 minuttir í umhugsunnartíð, og harafturat tíggju sekund fyri hvønn leik. Frammanundan hevur lutakast verið, og tað gav Magnus Carlsen hvíta fólkið í fyrsta talvinum.
Um ongin vinnari er funnin eftir fýra kviktalv, verður farið undir snartalv. Í snartalvi fáa leikararnir fimm minuttir og hartil trý sekund fyri hvønn leik.
Í snartalvi verður telvað í ”dystum” à tvey talv, so leikararnir fáa høvu at telva við bæði hvítum og svørtum. Um ongin vinnari er funnin eftir 12 snartalv, skal heimsmeistaraskapurin avgerast í serliga talvháttinum, ið verður kallaður ”armageddon”.
Armageddon verður telvað á tann hátt, at lutakast fyrst verður millum telvararnar, og vinnarin av lutakastinum velur so um hann vil spæla við hvítum ella svørtum fólki.
Leikarin við hvítum fær fimm minuttir at umhugsa seg í, meðan svarta fólki fær fýra minuttir. Leikararnir fáa ikki tíð – 3 sekund pr. leik – lagda afturat fyrr enn teir hava telvað 60 leikir.
Endar hetta talvið javnt, verður tað leikarin við svørtum (tann, sum fekk ein minutt minni í umhugsunnartíð) sum verður kosin vinnari.
Fabiano Caruana
Magnus Carlsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald