Betri-deildin hjá monnum endar seinnapartin. Eitt langt kappingarár, har HB hevur verið heilt suverent, avgjørdi FM fyri einum mánaði síðani og hevur met í stigum. NSÍ, KÍ og B36 tryggjaðu sær aftur luttøku í Evropa League, og peningin sum fylgir við. Skála var best av botn-fimm liðunum. Spurningurin er framvegis: Hvør fer niður, og hvussu nógv fara niður.
Hesin spurningurin hevur hingið í luftuni alt árið, og hann verður kansa endaliga svaraður stutt eftir klokkan 13.30 í Leirvík. Tá spæla b68 og Víkingur avgerandi dyst í 1. deild; vinnur b68 dystin, ið varð avblástur í gjár vegna veður og fluttur til í dag, so flyta toftamenn upp. KÍ og NSÍ mistu stig í gjár, so hurðin er opnað fyri liðið hjá Bill Mc Leod Jacobsen og hansara liðið.
Á Argjum og á Vágoynni vóru tíðindini ikki góð. Um B68 vinnur, er lagnan hjá AB og 07 Vestur staðfest, áðrenn liðini renna inn á vøllin í dag, tí so flytia tvey lið niður.
AB er á útivølli móti EB/Streymi, ið tryggjaði sær sætið í bestu deildini týskvøldið við javnleiki í Vágunum, og harvið var við at senda vágamenn niður. 07 Vestur er í Trongisvági í dag. AB skal vinna; 07 Vestur kann møguliga klára seg við einum javnleiki, um bert eitt lið flytir niður.
HB fær handað sítt sera uppiborna steyp og síni heiðursmerki, og kann økja um metið í Gundadali í dag. Vìkingur, ið hevur havt eitt sera skuffandi kappingarár vitjar. Skála tekur ímóti B36, ið kann koma uppá bronsuplássið
Tað verður bíðað við spenningi eftir úrslitinum í Leirvík. Um B68 vinnur er sera lítið uppá spæl, tá liðini møta til dyst kring landið í fremstu deildini. Silvurkrónurnar eru tó uppá spæl í Runavík.
Seinasta umfar í Betri-deildini:
Eiði
|
15:30
|
|||
Tvøroyri
|
15:30
|
|||
Runavík
|
15:30
|
|||
Skála
|
15:30
|
|||
Tórshavn
|
15:30
|
1
|
|
26
|
23
|
1
|
2
|
56
|
17
|
+39
|
70
|
|
2
|
26
|
16
|
4
|
6
|
62
|
24
|
+38
|
52
|
||
3
|
26
|
16
|
3
|
7
|
47
|
23
|
+24
|
51
|
||
4
|
26
|
15
|
5
|
6
|
53
|
32
|
+21
|
50
|
||
5
|
|
26
|
11
|
6
|
9
|
38
|
35
|
+3
|
39
|
|
6
|
|
26
|
8
|
5
|
13
|
30
|
37
|
-7
|
29
|
|
7
|
|
26
|
7
|
4
|
15
|
26
|
42
|
-16
|
25
|
|
8
|
|
26
|
4
|
9
|
13
|
30
|
51
|
-21
|
21
|
|
9
|
|
26
|
5
|
2
|
19
|
30
|
70
|
-40
|
17
|
|
10
|
|
26
|
4
|
3
|
19
|
14
|
55
|
-41
|
15
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald