Fyri jól kunngjørdi Oyggjaleikanevndin, at Betri Oyggjaleikir 2027 skulu "vera um alt landið".
Sí eisini: Minst fimm ymisk støð verða nýtt til tær 14 ítróttargreinarnar
Tá varð eisini greitt, hvørjar tær ymisku ítróttargreinarnar vera. Sum vant á Oyggjaleikum er talan um 14 ymiskar ítróttargreinar:
Badminton
Borðtennis
Bogaskjóting
Fimleikur
Frælsur ítróttur
Flogbóltur
Fótbóltur
Judo
Kurvabóltur
Skjóting
Súkkling
Svimjing
Tennis
Triatlon
Hesar omanfyrinevndu eru valdar.
Kappast verður í badminton, borðtennis, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing og tennis í Havn og nær við Havnina.
Kappast verður í í flogbólti og triatlon í Klaksvík, í bogaskjóting í Miðvági og í fimleiki í Runavík.
Harafturat verður nógvur fótbóltur á leikunum, og avgjørt er, at fótbóltur verður í Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars. Enn hevur FSF tó ikki endaliga gjørt av, hvørjir vøllir skulu brúkast, boðar Oyggjaleikanevndin frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald