Fótbóltur

Pætur spælir møguliga ikki aftur í ár

19-ára gamli bakkurin hjá NSÍ breyt tvey bein í fótinum í dystinum ímóti Ballymena, og hann gongur framvegis við gipsi og høkjum.

Pætur Hentze á veg av vøllinum á Svangaskarði - tað er nú ein mánaði síðani, at skaðin hendi (Mynd: Olaf Olsen)

Pætur Hentze á veg av vøllinum á Svangaskarði - tað er nú ein mánaði síðani, at skaðin hendi (Mynd: Olaf Olsen)

2019-08-02 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast NSÍ spældi, var 4. juli á Svangaskarði. Tað var ímóti Ballymena United úr Norðurírlandi. NSÍ tapti 2-0 í útdystinum, men hevði møguleikarnar til at venda uppgerðini á heimavølli. Tað endaði tó 0-0.

Nú skulu runavíkingar hugsavna seg um at halda fram at bjóða av í oddastríðnum. NSÍ hevði eina sera góða fyrru hálvu, har liðið hjá Guðjóni Tórðarsyni fekk 32 stig í 14 dystum. Í løtuni eru teir gul-svørtu á 4. plássi, men hava ein dyst færri enn B36 og tveir færri enn HB og Víkingur, ið eru ávíkavist 2,1 og 3 stig frammanfyri NSÍ. Júst Víkingur er fyrsta mótsstøðuliðið eftir steðgin - í Sarpugerði sunnudagin.

NSÍ skal spæla hendan dystin, og teir allarflestu um ikki allar í seinnu hálvu, uttan unga bakkin Pætur Hentze. Hann sló av álvara til í fjør, og í ár hevur Pætur verið sera stinnur og spælt við nógvari orku og stórum dirvi. 19-ára gamli leikarin kann røkja bæði bakkplássini, og hann hevur leikt allar dystirnar og so at siga allar minuttirnar fyri NSÍ í ár, Tíverri fekk hann ein álvarsaman skaða seint í Europa League-dystinum á Svangaskarði:  

- Eg fekk eina harða takkling inn á fótin, tá eg royndi at fáa fatur á bóltinum. Eg var beint við baklinjuna, so eg skundaði mær at flyta meg út av vøllinum, so ein nýggjur kundi koma inn; vit skuldu jú hava mál.

Skjótt merkti Pætur, at har var galið: 

- Eg fekk illa gingið restina av kvøldinum og dagin eftir, og eg hevði nógva pinu. Dagin eftir dystin funnu vit so útav, at eg hevði brotið tvey bein í fótinum.

[object Object]
(Pætur í dystinum ímóti Ballymena)

Pætur Hentze gongur enn við gispi og høkjum. Hann sigur við Portalin, at útlitini fyri meira fótbólti í 2019 eru ikki góð:  

Eg fái gipsið av um tvær vikur, og so byrjar uppvenjingin. Læknarnir søgdu tríggjar mánaðir uttan fótbolt. Tað er so í fyrsta lagi fyrst í oktober, og tá eru bara tveir dystir eftir. 

Fyri ein 19-ára gamla leikara við viðgongd er hetta tungt: 

- Sjálvandi er tað tungt at skula sita uttanfyri so leingi - man saknar tað longu
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder