
Eftir farna kappingarár í Føroyum fór 28-ára gamli klaksvíkingurin, Páll A. Klettskarð til Italia at royna eydnuna sum fótbóltsleikari.
Seinast í oktober skrivaði Páll undir sáttmála við US Breno, ið liggur í oddinum í fimtbestu italiensku deildini.
Fyrrverandi liðformaðurin hjá KÍ hevur í november búð í norðara parti av Italia og vand við Breno. Tað sum hevur forðað honum at komið í dyst hevur verið spælaraloyvi, ið kom uppá pláss í vikuni.
Páll Klettskarð byrjaði í dag í álopinum hjá Breno á útivølli móti Grumellese. Hann spældi ein tíma í 2-1 sigrinum, og klaksvíkingurin fekk góð skoðsmál fyri sítt harð arbeiði.
Páll og liðfelgairnir stríðast fyri uppflyting til Seriu D.Páll A. Klettskarð á veg út á vøllin til sín fyrsta dyst í Breno-troyggini (Mynd: Breno US)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald