2018-10-21 19:52
Stóri KÍ-profilurin, sum gevst í felagnum eftir hetta kappingarárið fer nú til Italia at spæla fótbólt.
Hann váttar fyri lokalmiðlinum, at hann skal spæla við Breno, sum spælir í Eccelenza, sum er 5. besta deildin í Italia. Sáttmálin hjá Páll Klettskarð við italska felagið er galdandi fram til kappingarenda, sum er í mai.
Páll A. Klettskarð spældi sín seinasta heimadyst fyri KÍ í dag, og tað eydnaðist honum eisini at fáa eitt mál í 3-1 sigrinum á TB/FCS/Royn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald