Fótbóltur

Páll tryggjaði KÍ trý stig í Sarpugerði

Áleyparin varð skiftur inn og skoraði til 2-1 í 90. minutti. Innskifti Boris Dosljak legði upp til bæði málini hjá KÍ, ið leingi jagstraði stig. Víkingur misti á stokkinum í týðandi og inntensa dystinum.

Innskiftu leikararnir hjá KÍ í Sarpugerði skuldu vísa seg at fáa stóran týdning í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

Innskiftu leikararnir hjá KÍ í Sarpugerði skuldu vísa seg at fáa stóran týdning í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-28 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann á pappírinum størsti dysturin í 10. umfari í Betrideildini varð leiktur í Sarpugerði seinnapartin. Har tók Víkingur, ið hevði harðliga tørv á stigum fyri at fylgja við ovastu liðunum, ímóti føroyameistarunum. Lagt var upp til einn spennandi og inntensan dyst, eins og tað vanligt er, tá hesi liðini hittast. Soleiðis bleiv tað eisini.

Tá tíggju minuttir vóru farnir slapp Víkingur avstað í vinstru. Jákup Johansen breyt væl ígjøgnum, hælaði bóltin víðari til Sølva Vatnhamar, ið tætt við baklinjuna legði hart og væl innfyri málið, har Finnur Justinussen stóð klárar og stútaði í málið umvegis yvirleggjaran. Lítla løtu seinni var tað sera nær við, at tað gjørdist 2-0, tá Lukasz Cieslewicz spældi innum KÍ-verjuna, har Gunnar Vatnhamar var púra fríur. Fyrsta nertingin var tó ikki heilt góð, og Kristian Joensen kom væl út og bjargaði.

[object Object]
KÍ hevði bóltin nógv meira, men tað var Finnur Justinussen, ið skoraði fyrsta málið (Mynd: Sverri Egholm)

Annars var KÍ omaná í spælinum. Útiliðið hevði bóltin væl meira ígjøgnum allan dystin. Í 1. hálvleiki var tað Ole Erik Midtskogen, ið var tættast uppá at skora fyri KÍ eftir góð innlegg úr høgru, men stóri norski áleyparin rakti ikki bóltin í fyrsta førinum og stútaði beint framvið stutt fyri hálvleik. Tað skuldi tó ganga long tíð, áðrenn føroyameistararnir fingu hol á. Hóast gott trýst og gott spæl í løtum, so kom KÍ ikki til so nógvar málmøguleikar - tann størsta í 2. hálvleiki sum ikki gav mál fekk Páll Klettskarð, men innskifti áleyparin skeyt uppum úr stuttari fjarstøðu, tá Ísak Simonsen legði útfrá - hann skuldi fáa ein møguleika afturat.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Beint fyri hálvleik var nær við, at Finnur kundi prikað bóltin framvið Kristiani, eftir at ein alvering aftur til KÍ-málverjan var ov spakuliga. Víkingur hevði eisini nakrar umstillingsstøður í 2. hálvleiki og fekk eitt mál kolldømt fyri rangsstøðu, men hugsavnaði seg mest um at verja. Teir í ljósabláum fingu eisini avvíst væl í fleiri førum, men í 82. minutti fekk innskifti Boris Dosljak bóltin í høgru. Innskifti kantspælarin legði hart og flatt innfyri, hann fór framvið fleiri og við aftastu stong var Midtskogen fyrstu á bóltinum.

[object Object]
Bólturin fór framvið Pálli og Eliasi (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevði stórar trupulleikar av norðmanninum, og í 90 minutti fekk hann tikið bóltin til sín á miðjum vølli, hildið tveimum burtur og sent Dosljak væl avstað. Hann rakti bóltin sera væl við høgra beininum, og bólturin rakti pannuna á Páll Klettskarð, ið stýri bóltin sega væl upp í longra máhorn. Stórfrøi á klaksvíkingum, ið hildu fast, hóast Vìkingur oysti nakrar bóltar inn í Kí-brotsteigin í yvirtíðini. Teir á heimaliðnum vildu hava brotsspark, men Eiler Rasmussen, ið gav nógv gul kort, lat ikki við seg koma. Víkingarnir eru nú ringari støðu - á 6. pláss og níggju stig frá evropeiskum plássi. Kí fylgir við HB.

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Víkingur - KÍ 1-2 (1-0)
11' Finnur Justinssen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
82' Ole Erik Midtskogen (Boris Dosljak) 1-1
90' Páll Andrasson Klettskarð (Boris Dosljak) 1-2


Páll Andrasson Klettskarð: - Eg skuldi bara stýra bóltinum inn
Sølvi Vatnhamar: Hava torført at fáa tingini at rigga
Myndir: Víkingur - KÍ

Støðan: 
1. HB (25 stig) 
2. NSÍ (23 stig)  
3. KÍ (23 stig)
4. B36 (22 stig) 
5. ÍF (16 stig)
6. Víkingur (14 stig) 
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder