2018-12-13 17:14
Parasport Føroyar hevur úttikið íðkararnar ið skulu til Special Olympics World Games í 2019
10 íðkarar verða við á ferðini, umframt venjarar, lækna og ferðaleiðarar.
Á fyrsta sinnið verður eisini luttikið í Unified kappingum, har ein við og ein uttan menningartarn kappast saman.
Tey úttiknu eru:
Rútmiskur fimleikur
- Bjørt Hermansen
- Eyð Patursson
- Súsanna Johannesen
- Jenny Solveig Thomsen
Boccé - Hilda Poulsen
Svimjing - Heidi Eliasen
- Signa Vár Joensen
Frælsur ítróttur - Meiken Salberg Olsen
- Rúni Jacobsen
Badminton - Oddur Gleðisheygg
Special Olympics World Games í Abu Dhabi er størsta ítróttar og humanitær tiltak í heiminum í 2019, við luttøku av fleiri enn 7000 íðkarum úr fleiri enn 170 londum í 24 ítróttargreinum.
Setanin av leikunum verður 12. mars, og endahátíðin 21. mars. - men ferðalagið fer úr Føroyum longu 8. mars, tí byrjað verður við sokallaðum Host Town visit í 3 dagar, har luttakararnir eru gestir í einum av hinum Emiratunum áðren farið verður til Abu Dhabi. Host Town vertir hjá Føroyum er Fujairah, ið er eitt av minni kendu Emiratunum ið er skal hava sera vakurt fjallalendi. Sjálvar ítróttarkappingarnar verða í Abu Dhabi og í Dubai
Special Olympics er heimsumfatandi felagsskapur ið ígjøgnum ítrótt fremur vitan um, og inklusjón av fólki við menningartarni. Meir kunning um leikirnar er at finna á www.abudhabi2019.org
- Parasport Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald