26 ára gamli tvørámaðurin Patrik Johannesen hevur skriva sáttmála við íslendska fyrstudeildarfelagið Keflavík. Tað skrivar Morgunblaðið.
Patrik hevur hetta seinasta árið spælt við Egernsund í triðbestu norsku deildini, har hann skjeyt 13 mál í 21 dystum. Áðrenn tað spældi hann við KÍ.
Patrick er av Tvøroyri og er uppvaksin í TB. Hann hevur eisini spælt við FC Suðuroy, AB, B36 og norska felagnum Florø.
Hann hevur spælt 12 A-landsdystir. Seinastu ferð boð vóru eftir Patrik Johannesen, var seinasta vár, tá Føroyar spældi tveir útidystir móti Eysturríki og Skotlandi. Í báðum førum byrjaði hann á beinkinum og varð skiftur inn í øðrum hálvleiki.
Keflavík spælir í bestu deildini í Íslandi. Felagið gjørdist nummar 10 seinasta kappingarár, og kláraði sostatt akkurát at sleppa undan niðurflyting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald