Føroyar fingu ein sigur í dag, men tey nógvu málini bleiv tað ikki til í hesum báðum venjingardystunum, sum eru leiktir seinastu dagarnar í sambandi við at A-landsliðið hjá monnum hevur verið á venjingarlegu í Spania.
Liktinstein var mótstøðulið í dag, og hóast okkara menn høvdu bóltin meginpartin av tíðini, eydnaðist ikki at fáa bóltin inn.
Einsmalla føroyska málið kom í 39. minuttir tá Patrik Johannesen stútaði bóltin í netið eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar. Hetta er fyrsta málið hjá Patrik Johannesen á landsliðnum.
Føroyar høvdu eisini bóltin í málinum í 84. minutti, men dómarin dømdi fríspark beint áðrenn skotið frá Gunnar Vatnhamar kom.
Liktinstein - Føroyar 0-1 (0-1)
39’ Patrik Johannesen 0-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald