Pauli Mittún hevur skrivað undir við danska hondbóltsfelagið Team Sydhavsøerne, sum spælir í næstbestu deildini.
20 ára gamli landsliðsleikarin skifti úr H71 fyri einum góðum ári síðani til Kristiansand í fremstu norsku deildini.
(Mynd: Tsho.dk)
- Eg gleði meg til at gerast partur av Team Sydhavsøerne, og tað er eitt spennandi projekt, sum tey arbeiða við. Eftir góðar samrøður við ítróttarstjóran, venjaran og kropsliga venjaran, eri eg sannførdur um, at hetta er rætta staðið at menna meg, sigur hoyvíkingurin við heimasíðuna hjá felagnum.
Pauli Mittún spælir í Noreg kappingarárið út. Sáttmálin í Danmark er galdandi í trý ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald