Pauli Mittún átti ein lyklaleiklut, tá ið Føroyar leikaðu javnt ímóti Sveis, í fyrsta umfarinum í EM endaspælinum.
Millum annað skoraði 23-ára gamli bakspælarin tvey góð mál: Team Sydhavsøerne-spælarin skoraði uppá bæði síni skot.
Føroysku menninir skulu aftur í eldin í morgin, tá ið Montenegro bjóðar av. 23 ára gamli spælskiparin hevur góðar vónir til dystin, men væntar, at máttmiklu montenegrarnir fara at trýsta føroyingar.
Sí samrøðu ovast
Sí eisini: Elias toppskjútti og dagsins spælari í sínari afturvendan - tólv minuttir kostaðu søguligan sigur
Føroyar og Montenegro spæla klokkan 17 sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald