Í gjár byrjaði stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Orsaka av verkfallinum varð avgerð tikin um at broyta byrjanina, so at hon fór fram í Eysturoynni, so at súkklararnir sluppu undan at flyta seg ov nógv.
Ætlanin var annars, at fyrsti teinur, tíðarkoyringin, skuldi vera í Norðoyggjum, har súkklarnir skuldu koyra teinin úr Klaksvík til Kunoyarbygd og aftur. Men Tórshavnar Súkklu og Triathlonfelag valdi at hugsa tankan "best fyri flest” og flutti tíðarkoyringina til Eysturoynna.
Leiðin gekk úr Rúnavík og inn á Skálabotn og aftur. Startur og mál var við Effostøðina.
Pauli Poulsen vann tryggan sigur, og skal sostatt koyra í bláu føraratroyggjuni í dag. Sannførandi sigur, Pauli var hálvanannan minutt skjótari enn nummar tvey, sum gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Meðan Pauli brúkti 39 minuttir og 16 sekund, so brúkti Bergtór 40 minuttir og 40 sekund um teinin.
Jákup Petur Eliassen gjørdist nummar trý. Hann brúkti 40 minuttir og 52 sekund upp á teinin.
Súsanna var flúgvandi
Eins og sigurin hjá Paula var sannførandi hjá monnum, so var sigurin hjá Súsonnu Skylv somuleiðis tryggur. Kvinnurnar koyrdu sama tein, og brúkti Súsanna 44 minuttir og 9 sekund um teir 24 kilometrarnar.
Tað vóru ellivu minuttur aftur til nummar tvey, sum í dag var Súsanna Eliassen.
Annar teinur í Leif Mohr Kring Føroyar verður í dag. Byrjað verður á Kambsdali og so verður súkklað til Oyndarfjarðar og aftur. Men áðrenn vinnarin hjá kvinnum og monnum verður funnin, skulu súkklarar halda leiðina fram til Fuglafjarðar, niðan eftir Toftabrekkuni (brekkan við Muntra), og so aftur úr á Kambsdal.
Kappingin byrjar klokkan 14, og er teinurin góðar 60 kilometrar langur, við umleið 1.800 hæddarmetrum.
Úrslit frá 1. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar 2024 sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald