Fótbóltur

Pele: Maradona var nógv betri enn Messi er

Brasilska legendan er ikki í iva um hvør besti argentinski fótbóltsleikarin nakrantíð er.

2018-12-06 16:42 Author image
Ari av Rana

Fyrrverandi brasilska fótbóltsstjørnan Pele heldur, at einki ivalmál er um, at Diego Maradona var ein nógv betri fótbóltsleikari enn Lionel Messi er.

Lionel Messi verður annars ofta mettur at verða heimsins besti fótbóltsleikari nakrantíð, men hetta er ofta í harðari kapping við Cristiano Ronaldo, Diego Maradona og Pele.

Pele er tó ikki í iva um at Maradona var nógv betri enn Messi. Um Messi sigur Pele, at Messi bara dugir at skjóta við vinstra fóti, at hann bara dugir eitt “triks”, og at hann ikki dugir serliga væl at skalla bóltin.

Pele sigur, at Maradona var ein av bestu fótbóltsleikarunum nakrantíð, og at hann eisini metir tveir aðrar legendur verða betri enn Messi. Tað eru týski Franz Beckenbauer og niðurlendski Johan Bruyff.

Pele sigur sjálvur, at eingin eigur at samanbera seg sjálvan við Messi.

- Hvussu kanst tú samanbera ein leikara, sum skallar bótlin væl og sum dugir at skjóta við vinstra og høgra, við ein, sum bara dugir at skjóta við einum fóti, bara dugir eitt “triks” og ikki dugir at skalla bóltin ? Hvussu kanst tú samanbera teir, spyr Pele.