Fyrst í hesum mánaðinum var hann í DM-finalunum, har BSV tapti fyri Aalborg. Nú er Peter Bredsdorff-Larsen í Tórshavn, har hann og hjálparvenjarin Lars Møller eru farnir í gongd við uppgávuna sum landsliðsvenjarar hjá Føroyum.
Hondbóltssamband Føroya skrivar, at á skránni eru millum annað venjingar í Høllini á Hálsi, fysisk venjing, screening og leikarasamrøður.
Fyrsta stóra uppgávan hjá nýggja venjaratoyminum verður undankappingin til HM 2023, ið fer í gongd í heyst.
Síðst á apríl kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya, at Peter Bredsdorff-Larsen skuldi taka yvir frá Sonna Larsen, sum seinastu árini hevur staðið á odda og fingið góð úrslit við føroyska manslandsliðnum. Sáttmálin millum HSF og roynda danska venjaran er galdandi í tvey ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald