Annað

Peter og Rigmor vunnu

Kappast var í renning á hálvmaraton leygardagin.

Peter Jensen gjørdist nummar 1 hjá monnunum

Peter Jensen gjørdist nummar 1 hjá monnunum

2018-09-03 09:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya vakrasta hálvmaraton var hildið leygardagin, tá fleiri hundrað rennarar og gongufólk runnu og gingu teinin úr Gásadali til Sandavágs.

Tá avtornaði vunnu Peter Jensen úr Bragdinum og Rigmor Napoleonsdóttir Arge  úr Hvirluni ársins Føroya vakrasta hálvmarton. Peter kom á mál við tíðini 1.23.09 og Rigmor við tíðini 1.28.18.

Nummar 2 hjá monnum gjørdust Magni Høgnesen við tíðini 1:27.43, meðan Jónálvur Johannesen gjørdist nummar 3 við tíðini 1:29.24.

Hjá kvinnunum gjørdist Sarah Vallin nummar 2 við tíðini 1:32.11, meðan Marita Andrasardóttir úr Hvirluni  gjørdist nummar 3 við tíðini 1:37.57.

Nógv varð gjørt burturúr kappingini, har undirhald var skipað á vegnum. Við flogvøllin spældi KÓJAK horntónleik, meðan DJ Anthony Charles diskaði við málið.

Runnið var úr Gásadali til Sørvágs, síðani eftir gamla vegnum niðan til flogvøllin, og eftir gamla vegnum til Vatnsoyrar. Síðani varð runnið á Vatnavegnum til Miðvágs og Sandavágs.

Tá rennararnir vóru komnir á mál, var laksur at fáa frá Hiddenfjord.

Føroya vakrasta hálvmaraton verður aftur 7. september 2019, siga fyriskipararnir.

(Rigmor Napoleonsdóttir Arge vann hjá kvinnunum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder