Annað

Petter Northug setur skíðirnar frá sær

Nógv tann besti norski skíðrennarin í nýggjari tíð megnar ikki at fylgja við longur.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-12 15:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av allar størstu skíðstjørnunum í Noregi nakrantíð – Petter Northug – hevur gjørt av at gevast sum skíðrennari á hægsta stigi. Tað boðaði 32 ára gamli norðmaðurin frá á tíðindafundi í Trondheimi í dag.

Orsøkin er, at hann ikki longur megnar at fylgja við teimum skjótastu. Longu fyrr í vetur boðaði hann frá, at um ikki fann styrkina aftur seinast í desember, so fór hann at gevast sum skíðrennari.

- Eg havi roynt alt tað eg kundi fyri at koma í form í ár, men seinastu vikurnar havi eg kent á mær, at tað er ov langt á mál. Er eri ikki nærhendis tí støði, sum krevst fyri at kunna kappast har eg ynski. Kroppurin megnar ikki arbeiðsbyrðuna longur, segði Petter Northug á tíðindafundinum.

Petter Northug hevur tilsamans vunnið 20 heiðursmerki á teimum stóru stevnunum í árunum millum 2007 og 2015, harav tær 15 eru úr gulli. Í olympiskum høpi gjørdist tað til tvey gullheiðursmerki í liðrenning í Vancouver, meðan hann einsamallur hevur vunnið sjey gullmerki í sambandi við heimsmeistarakappingar.

- Eg havi gingið mínar egnu leiðir, og kanska ikki verið eins og hinir skíðrennararnir. Men fyri meg snýr tað seg um at vinna og um at vinna tá tað veruliga umræður. Tað hevur verið mín áskoðan, og tað vóni eg, at fólk fara at minnast meg fyri, segði hann. 

[object Object]
(Mynd: EPA)

[object Object]
Miðlarnir vóru væl mannaðir, tá Petter Northug boðaði frá avgerð síni í dag (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder