Í longdu leiktíðini við Margáir mikukvøldið noyddist Petur Knudsen út við skaða. Eftir eina takkling lendi hann skeivt á økslini, og var tí ikki ein av skjúttunum hjá NSÍ, sum úr ellivu metrum sendi liðið víðari í steypakappingini .
Nummar 16 hjá NSÍ er javnsettur toppskjútti í Betrideildini við átta málum fyri ellivu dystir. 22-ára gamli áleyparin hevur eisini lagt upp til fimm mál, og hann er í gongd við eitt frálíkt kappingarár.
Runavíkingar noyðast tó at vera Petur fyriuttan í eina tíð. Røntgumyndir í gjár vístu, at hann hevði fingið eitt lítið brot í økslina. Tað var tó ikki østbeinið, ið ótti kundi verið fyri.
- Brotið er millum østbeinið og liðin. Eg fekk at vita, at man einki ger við brotið og av tí tað liggur so væl, so byrji eg aftur, tá eg føli meg kláran. Eg veit ikki enn, hvussu leingi tað tekur at lekja, men tað er væntandi ikki so leingi, sigur Petur Knudsen við Portalin.
Vandamikli leikarin hevur áður hevur trupulleikar við økslini, ið helt honum úti í nakrar vikur tíðliga í kappingarárinum í fjør.
NSÍ spælir í Trongisvági sunnudagin. 22. juli vitjar Skála, áðrenn stórdystir móti KÍ og HB eru á skránni - ávíkavist 27. juli og 2. august. NSÍ skal spæla í Europa League umleið 20. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald