Í roynd og veru eru B36 og KÍ nú bert tveir dystir - tveir sigrar - frá bólkaspælinum í Europa League. So nær við hevur einki føroyskt lið verið einum bólkaspæli. Tað verður tó ógvuliga torført at koma hartil.
Hetta er serliga galdadi fyri B36, ið skal til Bulgaria í komandi viku. Um tað eydnast at koma víðari móti CSKA Sofía skal B36 til Sveis at spæla ímóti Basel ella til Kypros at spæla ímóti Anorthosis Famagusta - í báðum førum er talan um sera truplar uppgávur.
Les eisini: KÍ fær vitjan av Dinamo Tbilisi - B36 skal til Sofia
Hetta gjørdi greitt fyri løtu síðani í Nyon, har lutakast til Playoff-umfarið í Europa League var. Har gjørdist eisini greitt, at KÍ eisini fær útivøll í Playoff: Vinnarin av Sheriff Tiraspol og Dundalk, tað eru meistaraliðini í Moldova og Írlandi, skal taka ímóti vinanranum av KÍ - Dinamo Tbilisi. Av teimum trimum møguleikunum, ið KÍ hevði, var hetta tann besti, men tað er sjálvandi at irða seg um, at lutkastið ikki gav KÍ ein møguligan heimavøll.
Føroyameistararnir skulu tó fyrst koppa georgisku meistarunum á Tòrsvølli. Tann dysturin verður hóskvøldið 24. september - sama kvøld sum B36 spælir í bulgariska høvuðsstaðnum.
Europa League playoff
Verður spælt 1. oktober
Basel (SUI) vs Anorthosis (CYP) vs CSKA-Sofia (BUL) / B36 (FRO)
Sheriff (MDA) / Dundalk (IRL) vs KÍ (FRO) / Dinamo Tbilisi (GEO)
Fótbóltur
Playoff: B36 og KÍ skulu á útivøll um tey koma víðari
B36 skal til Sveis ella Kypros, um liðið vinnur á CSKA Sofia - um KÍ kemur víðari móti Dinamo Tbilisi er ein túrur til Moldova ella Írlands á skránni.
B36 og KÍ skuli í næstu viku dystast í 3. umfari í Europa League Mynd: Sverri Egholm
2020-09-18 14:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald