Fótbóltur

KÍ fær vitjan av Dinamo Tbilisi - B36 skal til Sofia

Georgisku meistararnir vunnu í Wales við brotssparki í 97. minutti - Bate Borisov tapti í bulgariska høvuðsstaðnum, har B36 skal vitja í næstu viku.

Liðini um stríddust um FM í fjør hava evropeiskar uppgávur næsta hósdag (Mynd: Sverri Egholm)

Liðini um stríddust um FM í fjør hava evropeiskar uppgávur næsta hósdag (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-18 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, hvørjum liðum B36 og KÍ skulu spæla ímóti í 3. umfari í Europa League næsta hósdag.

Dinamo Tbilisi var stórfavorittur ímóti walisisku meistarunum á útivølli. Connah's Quay stóð tó væl ímóti - heilt til sjey minuttir inn í yvirtíðina, tá útiliðið fekk brotsspark, ið áleyparin Georgij Gabedava umsetti til mál. Harvið skal georgiska meistaraliðið, og tað søguliga greitt sterkasta í landinum, spæla ímóti føroysku meistarunum á Tórsvølli næsta hóskvøld. Tað er ikki vanligt, at Dinamo Tbilisi er í evropeiskum bólkaspølum, men tað verður triðju ferð, at felagið vitjar í Føroyum: 2008 móti NSÍ (1-0) og í 2013 móti EB/Streymi (1-3).

B36 fær eina nakað truplari uppgávu. Hon verður á útivølli, og bulgarska deildin er sterkari enn tann georgiska. CSKA Sofia hevur tvær ferðir verið í bólkaspælinum í Europa League - 2009 og 2010 - var í áttatiárunum tvær ferðir í evropeiskum hálvfinalunum og er tað mest vinnandi felagið í Bulgaria, tó at CSKA fyri fáum árum síðani var í lægru deildunum, og at stríð hevur verið um samleika felagsins. Í gjárkvøldið vann CSKA Sofia, ið endaði nummar tvey í Bulgaria í fjør, 2-0 í tøttum dysti móti BATE Borisov. Hvítarussiska liðið hevur staðið seg sera væl í evroepisku kappingunum seinastu árini og brendi eitt brotsspark í 1. hálvleiki í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder