
Seinasti dysturin á hesum langa Premier League-degi gjørdist undirhaldandi og eisini sera spennandi til endans.
Tottenham var á vitjan hjá uppflytaranum Wolverhampton. Tá Harry Kane legði útiliðið á odda 3-0, tá hálvur tími var eftir, sá tá út til at gerast talan um trý trygg stig hjá Tottenham. Men eitt trýst frá ágangandi heimaliðnum og tvey mál uppá brotsspark skaptu spenning í. Skerda og sperda Tottenham-liðið helt tó fast.
Liðið hjá Pochettino er væl við í oddinum. Tottenham er nú nummar fýra og hevur ongantíð havt so nógv stig hetta tíðarskeiðið av kappingarárinum. Wolves vísti aftur, at liðið hoyrir heima í Premier League, hóast tað ikki rakk til stig. Heimaliðið hevði fleiri skotroyndir og helt á við søkja eftir málum.
Wolves - Tottenham 2-3 (0-2)
0-1 Erik Lamela
0-2 Lucas Moura
0-3 Harry Kane
1-3 Ruben Neves (br.)
2-3 Raul Jimenez (br.)
Hini úrslitini í dag:
Bournemouth - Manchester United 1-2 (1-1)
Cardiff - Leicester 0-1 (0-0)
Everton - Brighton 3-1 (1-1)
Newcastle - Watford 1-0 (0-0)
West Ham - Burnley 4-2 (1-1)
Arsenal - Liverpool 1-1 (0-0)
Støðan í oddinum:
Liverpool 27 11 dystir
City 26 10 dystir
Chelsea 24 10 dystir
Tottenham 24 11 dystir
Arsenal 23 11 dystir
Í morgin:
15.00: Manchester City - Southampton
16.00: Chelsea - Crystal Palace
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald