Pottarnir eru nú skiftir til spennandi lutakasti um hvussu bólkarnir til komandi EM-undankappingina skulu síggja út.
Sum kunnugt, var størsta nøgdin millum landsliðsvenjara og leikarar eftir javnleikin á Malta í gjárkvøldið, at tað eydnaðist at sleppa undan at koma í niðjasta bólkin.
Uppgerðin vísir, at Føroyar – sum annars eru nr. 42 av teimum 55 limalondunum í Evropa, sambært styrkilistanum hjá Fifa – endaðu á 50. plássi á nýggja listanum hjá Uefa, ið er bygdur upp á Nations League kappingina, ið júst er av.
Harvið eydnaðist tað Føroyum at gerast tað seinasta liðið í potti 5 tey kalla. Eitt av londunum, ið gjørdist nummar trý í sínum bólki má fara í sætta pottin saman við teimum fýra tjóðunum, sum endaðu allar aftast.
Hesaferð gjørdist tað Lettland, sum ongan dyst vann í bóki D1, men spældi tríggjar javnar og harvið endaði oman fyri Andorra. Umframt Lettland og Andorra, endaðu Liktinstein, Malta og San Marino í potti seks. Føroyar hava møguleika at hitta eitt av hesum londunum, men bara um vit koma í ein bólk við seks liðum.
Evropeisku londini verða býtt upp í 10 undankappingarbólkar, harav tvey tvey ovastu koma víðari til EM-kappingina í 2020. Av teimum 10 bólkunum vera fimm við fimm liðum og fimm við seks.
Soleiðis eru pottarnir býttir. Sum sagt, koma vit ikki at møta hinum londunum úr potti 5, men eitt av hvørjum í hinum pottunum. Spurningurin er so hvat er eitt gott og hvat er eitt vánaligt lutakast:
1. pottur: Sveits, Portugal, Holland, Ongland, Belgia, Frakland, Spania, Italia, Kroatia og Poland.
2. pottur: Týskland, Ísland, Bosnia Hersegovina, Ukreina, Danmark, Svøríki, Russland, Eysturríki, Wales og Kekkia.
3. pottur: Slovakia, Turkaland, Írland, Norðurírland, Skotland, Noreg, Serbia, Finnland, Bulgaria og Ísrael.
4. pottur: Ungarn, Rumenia, Grikkaland, Albania, Montenegro, Kýpros, Estland, Slovenia, Litava og Georgia.
5. pottur: Makedonia, Kosovo, Hvítarussland, Luksemburg, Armenia, Aserbadjan, Kasakstan, Moldova, Gibraltar og Føroyar.
6. pottur: Lettland, Liktinstein, Andorra, Malta og San Marino.
Lutakastið verður í Dublin í Írlandi sunnudagin 2. desember. EM-undankappingin verður spæld frá mars til november 2019. Sjálv EM-endaspælið, sum byrjar 12. juni 2020, verður spælt í 12 ymsum býum í Evropa, ein teirra er Keypmannahavn. EM-finalan verður spæld á Wembley í London 12. juli 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald