Fótbóltur

Premier League av álvara farin í gongd

Seks dystir eru á skránni í fremstu deildini í Onglandi seinnapartin.

Manchester United legði út við 2-1 sigri móti Leicester í gjárkvøldið
(Mynd: EPA)

Manchester United legði út við 2-1 sigri móti Leicester í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2018-08-11 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár settu Manchester United og Leicester kappingarárið í Premier League í gongd. United vann 2-1 á Old Trafford, og harvið byrja Mourinho og co. við trimum stigum.

Í dag eru tólv onnur lið í gongd; talan er um millum annað Tottenham, Chelsea, allir uppflytararnir og annars fleiri lið, ið kunnu væntast at enda í niðaru hálvu. Omanfyrinevndu lið úr London vóru favorittar á útivølli móti ávíkavist Newcaslte og Huddersfield, ið bæði hildu seg uppi í fjør. Og í løtuni sær tað út til, at bæði eisini fáa trý stig. Tottenham vann 2-1 í tøttum dysti í Norðuronglandi við málum frá Jan Verthongen og Dele Alli. Chelsea er á odda 2-0 í hálvleikinum í Huddersfield, har Kanté legði útiliðið á odda áðrenn nýinnkeypti Jorginho økti við brotssparkið.

Tað verður áhugavert at síggja Wolverhampton-Everton, ið er seinasti dystir í dag. Wolves vann sannførandi The Championship í fjør, og hevur styrkt hópin nógv í summar. Tað hevur Everton eisini; m.a fleiri leikarar sum eru komnir úr Barcelona skulu royna at geva liðnum úr Liverpool eitt betri kappingarár í fjør.

Dystirnir í dag:

Newcastle – Tottenham 1-2(1-2)

Byrjaðu klokkan 15.00(hálvleikur í løtuni):
Bournemouth – Cardiff (1-0)
Fulham – Crystal Palace (0-1)
Huddersfield – Chelsea (0-2)
Watford – Brighton (1-0)
         

17.30: Wolves - Everton  

Í morgin er spennandi dystur á Emirates leikvøllinum í London, tá Arsenal tekur móti Manchester City. Liverpool skal eisini í eldin í morgin, tá West Ham vitjar Anfield.

10/8(í gjárkvøldið):

Manchester United – Leiciester 2-1(1-0)

1-0 Paul Pogba(br.)
2-0 Luke Shaw
2-1 Jaimie Vardy



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder