Fótbóltur

Premier League: Stórdystur á skránni í dag

Í dag klokkan 17.30 tekur Chelsea ímóti Arsenal á Stamford Bridge. Her er Premier League skráin fyri í dag.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-18 10:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag byrjar eitt nýtt umfar í ensku fótbóltsdeildini, Premier League, sum nógvir føroyingar fylgja við í. Tann dysturin, sum óivað er mest spennandi fyri føroyingar í dag, er dysturin ímillum stórliðini Chelsea og Arsenal. Bæði liðini hava nýggjan venjara, men meðan Chelsea fekk eina ynskiliga byrjan við 3-0 sigri á Huddersfield, tapti Arsenal 2-0 ímóti Manchester City í fyrsta umfari. 

Í dag taka Tottenham eisini ímóti Fulham, sum veruliga hevur gjørt íløgur í liðið, síðani teir fluttu upp í bestu deildina. Tottenham má sigast at vera favorittur ímóti uppflytarunum, men havast skal eisini í huga, at nógvir av leikarunum spældu við enska landsliðnum í HM, sum kom í kvart finaluna, og tí eru fleiri leikarar ikki í bestu styrkisstøðuni enn. Tað sáðst aftur í dystinum ímóti Newcastle, tá Tottenham akkurát megnaði at vinna. 

Í morgin taka meistararnir úr Manchester City ímóti Huddersfield, ímeðan Manchester United spæla ímóti Brighton. 

Mánadagin spæla Liverpool ímóti Crystal Palace. 

 

Skráin: 

Leygardag:

12.30:

Cardiff – Newcastle

15.00:

Everton – Southampton

Leicester – Wolverhampton

Tottenham – Fulham

West Ham – Bournemouth

17.30: 

Chelsea – Arsenal

 

Sunnudagin:

13.30:

Burnley – Watford

Manchester City – Huddersfield

16.00:

Brighton – Manchester United

 

Mánadagin:

20.00:

Crystal Palace – Liverpool

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder