Fótbóltur

PSG setti United uppá pláss á Old Trafford

Solskjær og co. komu niður aftur á jørðina, tá PSG vann fult uppiborið og so gott sum spældi seg víðari í Champions League.

PSG var fullkomiliga omaná í 2. hálvleiki á Old Trafford í kvøld 
(Mynd: EPA)

PSG var fullkomiliga omaná í 2. hálvleiki á Old Trafford í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-12 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League fótbóltur var aftur á skránni í kvøld, nú fyrstu uppgerðirnar í áttandapartsfinalunum vórðu leiktar. Tað var í Rom og í Manchester, at spælt varð, og tað var stórur spenningur undan uppgerðini í norðurvestara parti av Onglandi, har PSG var á vitjan. Franska liðið var uttan lyklaleikarar sum Neymar og Cavani, men liðið hjá Tuchel gav United ein fótbóltslærdóm í kvøld og hevur væl og virðiliga annan fótin í fjórðingsfinaluni.

Tað var annars talan um ein javnan 1. hálvleik. Hann var ikki serliga vælleiktur, og tað vóru sera fáir málmøguleikar. Tann størsta fekk Kylian Mbappé, tá hann gjørdist einsamallur við De Gea, men franska stjørnuskotið skeyt framvið. Tað var ógvuliga inntenst, og heili fimm gul kort komu fyri steðgin - tað komu eisini fimm í 2. hálvleiki.

Málini komu í 2. hálvleiki, og útiliðið fekk bæði. Tað var í roynd og veru talan um klassamun; spælið hjá franska liðnum fleyt ógvuliga væl til tíðir, og heimaliðið megnaði ikki at fylgja við. Tvær ferðir legði fyrrverandi United-leikarin, Angel Di Maria, sera væl upp. Fyrst til Kimpembe við hornasparki og síðani inn til vandamikla Mbappé eftir eitt frálíkt álop har útiliðið, sum fleiri aðrar ferðir í dystinum, spældi seg úr ágangdi United-trýstinum.

Hjá PSG hekk verjuparturin sera væl saman, og Marquinhos og Veratti sótu á miðvøllinum. De Gea helt United inni í uppgerðini við nøkrum bjargingum, og tá liðið hjá Solskjær ikki megnaði at fáa bóltin av teimum á franska liðnum, so eydnaðist tað ikki at leggja trýst á málið hjá Buffon. Kantleikararnir Martial og Lingard gjørdist báðir skaddir stutt fyri hálvleik, og hetta var við til at gera uppgávuna hjá heimaliðnum truplari. 

Uppgávan hjá Ole Gunnar Solksjær og hansara monnum í París um 15 dagar verður ófatiliga torfør. Hon gjørdist ikki lættari av, at Paul Pogba fekk sítt seinna gula kort stutt fyri leiklok. Á heimavølli skal PSG nú koyra sigurin heim - tað kendist tó helst sum at spæla á heimavølli í kvøld, tí teir gott 3.5000 útiáskoðarnir vóru frálíkir. Spurningurin er, um United kann reisast til seinna dystin og til komandi torføru uppgávurnar í FA Cup (Chelsea á útivølli) og í Premier League (Liverpool).

Í Rom vann heimaliðið 2-1 við málum frá 19-ára gamla Zaniolo. Porto fekk tó skaffað sær eitt týdningarmikið útivallarmál. Øll málini komu innanfyri tíggju minuttir í 2. hálvleiki. 

Manchester United - PSG 0-2 (0-0)
0-1 53. min Pascal Kimpembe
0-2 60. min Kylian Mbappé

AS Roma - FC Porto 2-1 (0-0)
1-0 70.min Nicolo Zaniolo
2-0 74. min Nicolo Zaniolo
2-1 79.min Adrian

Í morgin (báðir 20.00): 
Ajax  - Real Madrid
Tottenham - Dortmund


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder