Fótbóltur

PSG trygjaði sær sigurin í yvirtíðin

Champions League: Tað eydnaðist akkurát ikki Atalanta óvæntað at koma víðari.

PSG-spælararnir frøast eftir sigursmálið í yvirtíðini (Mynd: EPA)

PSG-spælararnir frøast eftir sigursmálið í yvirtíðini (Mynd: EPA)

2020-08-13 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Italska felagið, Atalanta, var í gjárkvøldið bert ein minutt frá at spæla seg í hálvfinalurnar í ársins Champions League-kapping. Men ístaðin fingu stjórnurnar úr Paris Saint Germain, PSG, vent øllum í yvirtíðini.

Fyrsta av teimum fýra fjórðingsfinalunum, sum verða spældar í Lissabon, var í gjárkvøldið millum Atlananta úr Italia og PSG úr Fraklandi.

Hetta er fyrsta ferð yvirhøvur, at Atalanta, sum gjørdist nummar trý í italsku kappingini í fjør, luttekur í evropeisku kappingini fyri meistaralið, og tað var tí eisini óvæntað, at liðið kom heilt fram til fjórðingsfinalurnar har italska liðið vann á Valencia úr Spania.

Atalanta kom eisini á odda í dystinum á Estádio de Luz í Lissabon í gjárkvøldið, við einum máli, sum kroatin Mario Pasalic, skjeyt eftir ein hálvan tíma.

Og hetta var eisini støðan fram til 90. minutt, tá tað eydnaðist brasilska Marquinhos at javna fyri franska meistaraliðið.

Og tríggjar minuttir inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað so Eric Chiopo-Moting at skora sigursmálið.

Harvið gjørdist Paris Saint Germain fyrsta liðið, sum spældi seg fram til hálvfinalurnar í ársins Champions League, har seinastu dystirnir – nú nógv útsettir – allir verða avgreiddir uttan áskoðarar í Lissabon í Portugal við finalu 23. august.

Onnur fjórðingsfinalan verður spæld í kvøld. Tá spæla RB Leipzig úr Týsklandi móti Atlético Madrid úr Spania. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder