Tað hevur verið eitt ógvuliga tungt kappingarár hjá Leicester uttanfyri vøllin. Eigarin Vichai Srivaddhanaprabha doyði í tryluvanlukku við leikvøllin í oktober, og síðani hevur felagið roynt at flutt seg víðari.
Um jól og nýggjár gekk tað heilt væl hjá Leicester, ið vann á Chelsea, Manchester City og síðani Everton. Men síðani sigurin á Everton 1. januar, hevur Leicester ikki vunnið ein dyst. Liðið megnaði at fáa ein javnleik á Anfield, men hevur annars tapt restina av sínum seinastu sjey dystum. Harímillum var eitt eyðmýkjandi tap í FA Cup, har Newport úr fjórðbestu deildini sendi Leicester út. Harafturat hava áskoðarnir verið ógvuliga ónøgdir við leikháttin, og nógvar søgur verið um, at Jaimie Vardy og aðrir leikarar hava trupulleikar við venjaranum. Hetta fær nú avleiðingar.
Leicester boðar í morgun frá, at felagið hevur sagt 57-ára gamla franska venjaran upp. Í gjár tapti Leicester 4-1 fyri Crystal Palace á heimavøllli, og hetta tykist at verða dropin. Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at Mike Stowell og Adam Sadler, ið longu starvast í felagnum, taka fyribils yvir meðan leitað verður eftir nýggjum oddamanni.
Puel var venjari í Leicester í 16 mánaðir. Hann kom til í oktober 2017, eftir at Craig Shakespeare fekk sekkin, og stutt eftir at Puel sjálvur hevði fingið fótin í Southampton. Hann leiddi Leicester til 9. pláss tað kappingarárið.
Leicester er í løtuni á 12. plássi í Premier League við átta stigum til niðurflytingarstrikuna. Næsti dystur hjá liðnum er týsdagin ímóti Brighton
Fótbóltur
Puel fingið sekkin frá Leicester
Franski venjarin hevur fingið vánalig úrslit í seinastuni, og var ikki væl dámdur ímillum leikara og viðhaldsfólk.
Mynd: EPA
2019-02-24 12:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald