Fótbóltur

Ragnar Lindholm til Skála ÍF

Málverji verður heintaður í B68.

Ragnar Lindholm, t.h., saman við formanninum í Skála ÍF, Jóannes A. Prestá

Ragnar Lindholm, t.h., saman við formanninum í Skála ÍF, Jóannes A. Prestá

2023-11-14 13:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skála ÍF kunnger í dag at komandi kappingarár verður Ragnar Lindholm fastur parturin av hópinum í Betri deildini.

Fyrsta dystin í ár vardi Ragnar málið hjá Skála ÍF í samband við at felagið manglaði ein málmann. Í samband við fyrireikingar til næsta ár, er tó greitt, at hann nú verður ein fastur partur av málmanstoyminum.

Ragnar er 30 ára gamal, málverji og hevur royndir frá bæði bestu og næstbestu deildini við B68.

- Vit fegnast um at hava Ragnar við okkum og ynskja honum vælkomnum til felagið, sigur Jóannes A. Prestá, formaður.

Umframt ein dyst sum leigusveinur við Skála, hevur Ragnar Lindholm spælt 23 dystir í ár, allir á næstbesta liðnum hjá B68

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder