Leygardagin bleiv BETRI Vetrarkappingin skotin í gongd, tá Roysnið skiðaði fyri árligu rennikappingini “Runt Agnið”. Líkindini at renna blivu væl betur enn forsøgnirnar gjøgnum vikuna vístu. Eitt fitt lágættarlot og turt vóru veðurumstøðurnar. Vegna arbeiði í samband við Eysturoyartunnilin, so mátti rutan broytast hesuferð og bleiv runnið runt Saltnes eftir Rókini. Tað hevði kortini onga ávirkan á renniumstøðurnar, men teinurin varð kortini nakað styttri enn vanligt. Undirtøkan var góð og vóru tað 91 rennarar, sum luttóku.
Vinnari hjá monnum bleiv eitt sindur óvæntað Ragnar Rasmussen, sum nú umboðar Hvirluna. Ragnar, sum er føddur í 2000, vann við tíðini 39.05. Á øðrumplássi kom Einar Gregersen við 40.13, meðan veteranurin Henry Olsen bleiv nummar trý við 40.40, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Hjá kvinnum varð sum væntað. Rebekka Fuglø vann við 40.39, meðan Rigmor N. Arge og Marita Andrasardóttir blivu nummar tvey og trý við ávikavist 42.42 og 44.58.
Næsta umfar í BETRI Vetrarkappingini verður leygardagin 17. november, tá Hvirlan skipar fyri Náttúrurenning við Kerjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald