Fótbóltur

Raheem Sterling leingir við fimm árum

Tað var rætt val at skifta til Manchester City, heldur enski landsliðsleikarin.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2018-11-10 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Manchester City og áleyparin Reheem Sterling samdust í gjárkvøldið um at leingja sáttmálan sínámillum, so Sterling verður knýttur at felagnum til 2023.

23 ára gamli landsliðspælarin, sum kom frá Liverpool í 2015, hevur skorað seks mál og lagt upp til fimm onnur í Premier Leagua higartil í ár.

Síðan skiftið úr Liverpool hevur hann ment seg heilt nógv, og tað verður eisini sagt vera orsøkin til at hann nú fekk ein fimm ára sáttmála í boði.

- Eg eri fegin um leingjanina. Eg havi havt eina ótrúliga menning, og síðan fyrstu løtu eg kom her, havi eg kent á mær, at tað var rætta valið, sigur Sterling við heimasíðuna hjá City.

Síðan summrið 2015 hevur Reheem Sterling spælt 154 dystir fyri Manchester City, skotið 51 og lagt upp til 55 mál.

Í morgin verður stórdystur á City of Manchester Stadium, tá tað verður grannauppgerð millum City og Manchester United. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder