Fótbóltur

RB Leipzig hevur skrivað søgu

Liðið hjá 33-ára gamla Julien Nagelsmann spældi seg fyri løtu síðani í hálvfinaluna í Champions League við 2-1 sigri á Atletico Madrid.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-13 22:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint áðrenn koronasteðgin sló Atletico Madrid Champions League-meistararnar, Liverpool, út, eftir eina dramatiska áttandapartsfinalu á Anfield. Í kvøld gjørdist fjórðingsfinalan endastøðin hjá liðnum hjá Diego Simeone. 

Talan er bert um tann eina dystin, ikki tveir sum vanligt er í knock-out umførunum í Champions League. Dysturin í kvøld varð spældur á uttaveltaðum vølli - á Estadio José Alvalade í Lissabon. Hann var sera tættur, men ikki serliga væl leiktur. Fyrsta málið varð skorað fimm minuttir eftir steðgin, tá spaniólin Dani Olmo stútaði innlegg frá Marcel Sabitzer í málið. 

Síðani skuldi Atletico trýsta, og í 70. minutti fekk Joao Felix brotsspark, og ungi portugisiski leikarin skoraði sjálvur trygt úr ellivu metrum. Næstu góðu løtuna sá tað út til, at talan fór at verða um longda leiktíð, men í 88. minutti royndi innskifti amerikumaðurin, Tyler Adams, seg av brotsteigarmarkinum. Bólturin rakti ein Atletico-verjuleikara, snýtti Jan Oblak, og so kundu teir á týska liðnum stórfegnast.

[object Object]
Adams roynir seg, og tað gevur úrslit (Mynd: EPA)

Tað kundi teir eisini, tá Marciniak bríkslaði fyri seinastu ferð. Felagið, sum byrjaði í verandi líki í 2009 og sum fyri fyrstu ferð spældi í Bundesliguni í 2016, er nú í hálvfinaluni í Champions League, og Julien Nagelsmann er yngsti høvuðsvenjari, ið hevur verið har. Í Atletico-leguni irða teir seg sikkurt sera nógv um enn ein mistan møguleika í Champions League, meðan Leipzig týskvøldið skal spæla móti PSG um eitt finalupláss.

[object Object]
Nagelsmann kundi fegnast...

[object Object]

...Felix skoraði, men tað endaði í vónbroti (Myndir: EPA)

Hetta var onnur fjórðingsfinalan. PSG tryggjaði sær í gjárkvøldið sigurin í yvirtíðini móti Atalanta. Í annaðkvøld er av álvara brak í portugisiska høvuðsstaðnum, tá Bayern Munchen og Barcelona spæla. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder