Fótbóltur

Real Madrid er spanskur meistari

Karim Benzema skeyt bæði málini í 2-1 sigrinum á Villareal, ið tryggjaði teimum hvítu sítt 34. meistaraheitið.

Real Madrid er spanskur meistari fyri 34. ferð (Mynd: EPA)

Real Madrid er spanskur meistari fyri 34. ferð (Mynd: EPA)

2020-07-17 07:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Næstseinasta umfar í La Liga var á skránni í hóskvøldið. Real Madrid var undan dystinum fýra stig frammanfyri FC Barcelona, og kundi tí tryggja sær sítt 34. meistaraheitið við einum sigri á Villareal.

Tað endaði eisini við einum sigri til teir hvítu. Tað var Karim Benzem, ið legði Real Madrid á odda tá ein hálvur tími var leiktur. Trettan minuttir fyri tíð var Benzema aftur á blettinum, tá hann setti eitt brotsspark í netið til 2-0. Villareal fekk minka um munin seks minuttir seinni tá Iborra skoraði seinasta málið í dystinum.

Real Madrid hevur verið sera sannførandi síðani kappingin byrjaði aftur eftir korona-steðgin, har liðið hevur vunnið allar tíggju dystirnar, meðan kappingarneytarnir úr FC Barcelona hava verið meira óstøðugir og sett stig til í fleiri dystum.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2017, at Real Madrid vinnur spanska meistaraheitið, sum seinastu tvey árini er enda í Barcelona.

Tað eru fá lið, sum hava nakað at spæla fyri seinasta umfar í sponsku landskappingini. Undan seinasta umfarinum er greitt, at Real Madrid, FC Barcelona, Atletico Madrid og Sevilla hava tryggja sær pláss í Champions League komandi kappingarár, meðan Villareal hevur tryggja sær luttøku í Europa League. Eisini er greitt at Espanyol og Mallorca rykkja niður. Tó er spenningur um tey bæði seinastu Europa League plássini og um hvat lið skal saman við Espanyol og Mallorca niður í næstbestu deildina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder