Fótbóltur

Real Madrid finnur ikki formin ella málið

Fýra dystir uttan sigur og mál: Kongafelagið hevur tað trupult.

2018-10-06 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Real Madrid seldi Cristiano Ronaldo til Juventus í summar keypti trýfaldi Champions League vinnarin sum so ongan avloysara fyri portugisisku stjørnuna. Mariano Diaz kom tó aftur úr Lyon, meðan satsað varð uppá at leikarar sum Gareth Bale og Karim Benzema skuldi fáa ein uppaftur størri leiklut.

Eftir eina fína byrjan uppá kappingarárið er vinnaravanda felagið steðgað fullkomiliga upp. Í kvøld gjørdist talan um triðja dystin á rað í La Liga uttan sigur, tá Deportivo Alaves basti Real Madrid á sínum heimavølli fyri fyrstu ferð í 88 ár. Sigursmálið kom í 95. minutti, og hetta var fjórði dysturin á rað, at Real Madrid fór av vøllinum uttan at skora.

Í kvøld var Benzema skiftur út í hálvleikinum, og Bale fór út við skaða. Hóast úrslitið er kongafelagið framvegis á deildum fyrstaplásið - saman við Alaves og Barcelona. Katelanska liðið spælir í morgin í Valencia, og kann leggja seg einsamalt á odda við einum sigri.

Hetta er fyrstu ferð hesa øldina, at Real Madrid spælir fýra dystir uttan at skora, og fyrstu ferð síðani 2002 at stórfelagið ikki hevur skorað í tríggar La Liga dystir á rað. Harvið hava Julen Lopetegui og co. ein stóran trupulleika.   

placeholder
placeholder