Fótbóltur

Real Madrid fyri eyðmýking á Bernabeu

Trýfaldu Champions League-meistararnir taptu 3-0 fyri CSKA Moskva; talan er um størsta heimaósigurin í evropeiskum fótbólti hjá Real.

Íslendski Arnor Sigurðsson hevur her skorað til 3-0 í Madrid
(Mynd: EPA)

Íslendski Arnor Sigurðsson hevur her skorað til 3-0 í Madrid (Mynd: EPA)

2018-12-12 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu Champions League dystirnir í kvøld høvdu avspark klokkan 17.55. Dystirnir høvdu kosmetiskan týdning; Real Madrid var víðari sum nummar eitt í bólki G, og Roma hevði tryggjað sær 2. plássið. 

Hóast manglandi týdningin og tað at Real spardi nakrar leikarar, so gjørdist tað eitt pínligt kvøld hjá spanska kongafelagnum. CSKA Moskva skoraði tvær ferðir stutt fyri hálvleik, og hóast Bale og Kroos komu inn í hálvleikinum, so økti útiliðið og vann 3-0 í Madrid

Leikarar sum Courtois, Marcelo, Isco og Asensio leiktu allan dystin og vóru við í størsta tapinum ið Real Madrid hevur verið fyri á Santiago Bernabeu í stoltu evropeisku søguni hjá felagnum. Tað vóru ikki nógvir áskoðarar eftir, tá seinasta bríksl ljóðaði, og Real tapti fyri aðru ferð móti russiska liðnum í bólkaspælinum. 

Roma fekk heldur ikki nakað gott úrslit í kvøld. Italienska liðið tapti 2-1 í Kekkia. 

17.55: Real Madrid - CSKA Moskva 0-3 (0-2)
            Plzen - Roma 2-1 (0-0)

Bólkur G:
Real Madrid 12
AS Roma 9
Viktoria Plzen 7
CSKA Moskva 7




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder