Fótbóltur

Reinis Reinholds hevur stórar handskar at fylla í HB

– Tað kom eitt sindur óvart á meg, tá eg frætti, at Teitur var givin. Upprunaliga skuldi eg koma her at kappast við hann, staðfestir yvir tveir metra høgi lettin.

Hann er ein ótrúliga góður málmaður og ein legenda í felagnum, og eg skal royna at fylla handskarnar, staðfestir nýggi HB-málverjin. Her sæst nú givni Teitur Matras Gestsson eftir sín seinasta dyst fyri HB: Finaluna um Løgmanssteypið móti B36 í november (Mynd: hb.fo)

Hann er ein ótrúliga góður málmaður og ein legenda í felagnum, og eg skal royna at fylla handskarnar, staðfestir nýggi HB-málverjin. Her sæst nú givni Teitur Matras Gestsson eftir sín seinasta dyst fyri HB: Finaluna um Løgmanssteypið móti B36 í november (Mynd: hb.fo)

2025-01-30 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir at Teitur í síðstu viku boðaði frá, at hann gavst við fótbólti á hægsta stigið, var brádliga tunt á málmansplássunum. Men hóast at boðini komu ein skelkur, var ein annar málmaður longu á veg. Upprunaliga skuldi hann kappast við Teit, men nú er ein kappingarneyti færri.

Soleiðis skrivar HB á heimasíðu sínari. Harvið staðfestir havnarfelagið, at lettiski málverjin, sum varð kunngjørdur týsdagin, ikki í skundi er heintaður til HB, eftir at Teitur Matras Gestsson brádliga gavst.

Sí eisini:  HB hevur avloysaran hjá Teiti uppá pláss

27-ára gamla Reinis Reinholds er úr Lettlandi, men hann hevur spælt í lægri deildunum í Italia síðani 2015 - burtursæð frá einum ári, har málverjin spældi við FC Pafos á Kypros.

Reinis er ein høgur maður. 2,02 metrar. HB lýsur hann annars sum ein tekniskt dugnaligan málverja nakað. Hæddin ger eisini, at hann fyllur nógv í luftrúminum.

Men hvat fær ein mann at flyta úr sól og hita í Italia til brimbardu klettarnar í Norðuratlantshavinum?

– Eg skuldi ikki brúka langa tíð saman við Mr. Sormani, áðrenn eg var sannførdur um, at hetta var ein spennandi avbjóðing. Føroyar er eitt spennandi land, og fótbólturin her er í stórari menning. So tá møguleikin at sleppa til størsta felagið í landinum tók seg upp, kundi eg ikki siga nei. Eftir fleiri ár í Italia veit eg eisini hvussu italskir venjarar arbeiða. Teir eru krevjandi, og tað dámar mær. Og við ein landsmanni sum liðfelaga, og italskum venjarum, ivist eg ikki í, at eg fari at føla meg heima her.

[object Object]Úr heitari landi til kuldan í føroyska høvuðsstaðnum: Reinis Reinholds í Gundadali (Mynd: hb.fo/RS Media)

Fyriuttan at geva viðmerkingar um venjarahátt og ta italska, so sigur Reinholds við hb.fo, at tað fyri hann eisini var ein skelkur, tá Teitur boðaði frá, at hann gavst við fótbólti á hægsta stigið.

Hóast hann er nýggjur í føroyskum fótbólti og HB, so veit nýggi HB-málverjin eisini, at tað eru stórir handskar, sum skulu fyllast.

– Tað kom eitt sindur óvart á meg, tá eg frætti, at Teitur var givin. Upprunaliga skuldi eg koma her at kappast við hann og verða við til at hækka málmansstøðið. So eg kendi fortreytirnar. Men nú er hann givin, og eg veit, at hann er ein ótrúliga góður málmaður, og ein legenda í felagnum. Men tingini henda skjótt í fótbólti, og eg skal í hvussu er gera mítt fyri at fylla handskarnar eftir honum.

Sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri kappingarárið 2025, upplýsir hb.fo at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder