Annan dagin á rað hevur HB kunngjørt ein spælara úr Lettlandi. Í gjár var talan um 24-ára gamla miðverjan Klāvs Kramēns - í dag er talan um 27-ára gamlan málverja.
Í mun til landsmannin, hevur Reinis Reinholds í stóran mun spælt uttanlands sum vaksnamannaspælari.
Sambært Transfermarket fór hann úr akademinum hjá FK Vetsplis, sum áður hevur vunnið á HB í Europea League, í 2024. Síðani hevur Reinholds spælt fyri fleiri italsk feløg, harav Racing Roma og í árunum 2016-2017 í triðbestu deildini (Serie C) var tað á hægsta stigi.
Seinni hevði Reinis Reinholds stutt uppihald á á Kýpros sum leigusveinur, og so hevur hann eisini 6 dystir í næstbestu og bestu deildini í Lettlandi frá 2021 á sínum CV.
Nýggi HB-málverjin hevur havt tíðarskeið uttan felag og tíðarskeið við skaðum/uttan at spælt fótbólt. Seinasta stóra árið hevur 2,02 metrar høgi málverjin tó spælt aftur í lægru deildunum í Italia.
Tað er helst gjøgnum italska venjaratoymið hjá HB, at sambandið er komið. Nú er Reinis Reinholds komin í Gundadal, hann hevur undirskrivað sáttmálan, og verður hetta helst nýggi fyrstimálverji hjá HB.
Teitur Matras Gestsson hevur verið tað seinastu stóru 13 árini, so har eitt ávíst trýst á lettanum. Sum skilst hevði hann tó komið til felagið, sjálvt um liðformaðurin ikki var givin.
Rasmus Nilsson og ungir Pætur Róason Jacobsen eru hinir málverjarnir hjá HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald