HB kunngjørdi í gjár, at felagið hevur gjørt sáttmála við lettiska verjuleikaranum Klāvs Kramēns. Hann er 192 cm høgur og spælir í miðverjuni.
Sí eisini: HB hevur gjørt sáttmála við lettiskan miðverja
Klāvs hevur spælt 84 dystir í bestu deildini í heimlandinum, og 42 dystir í bestu deildini í grannalandinum Litava, har hann hevur umboðað Dainava og FK Suduva. Tað at skula spæla í Føroyum verður ein øðrvísi avbjóðing, og hetta gleðir 24-ára gamli lettin seg til.
– Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg, og eg eri sera spentur uppá at spæla í Conference League. Og so sjálvandi at vera á einum liðið, sum ætlar sær at spæla um steyp. Tað at sleppa at royna meg í einum nýggjum landi við einari øðrvísi mentan, er sera spennandi.
Eitt er at spæla evropeiskar dystir og við einum felagi, sum javnan vinnur steyp. Eitt annað er ein øðrvísi fótbóltsmentan og eitt krevjandi umhvørvi
– Eg veit, at her er ein sterk felagskensla. Fólk ganga upp í fótbóltin við lívi og sál, og tað er ikki nakað, sum eg eri vanur við í sama mun í Lettlandi og Litava. Felagið verður rikið á ein professionellan hátt, og eg veit, at venjaratoymið er sera professionelt og krevjandi. So nú er tað upp til mín at arbeiða hart og prógva, at eg skal vera á liðnum, sigur Klāvs Kramēns við hb.fo.
Partur av sterkari verju
- Sum verjuleikari er fremsta uppgávan at verja. Og hyggja vit eftir hagtølum, so er Klāvs ein spælari, sum hevur skil fyri tí defensiva. Í farna kappingarárið var tað bert meistaraliðið í Litava, FK Žalgiris, sum fekk færri mál ímóti enn FK Suduva.
Soleiðis skrivar HB um seinastu royndirnar hjá Kramens, ið eisini setur orð á sín leiklut og vónir
– Í fjør var eg partur av liðnum, sum fekk næst fægst mál ímóti í landskappingini. Til tann partin skal eg so fyrst og fremst geva mítt íkast. Vit ikki skoraðu nógv, men HB spælir meira offensivt, so eg vóni, at við góðum álopi og sterkum verjuspæli, at vit kunnu gera okkum galdandi ovast í kappingini og vinna steyp.
Til seinasta staðfestir nýggi HB'arin, at hann frammandunan ikki kennir so nógv til føroyskan fótbólt, men at hann hevur hoyrt um tey feløgini, sum plaga at spæla úti í Europa og eisini minnist landsdystir millum londini.
Klāvs Kramēns verður helst oftast at síggja undir liðuni á Bartali Wardum og í summum førum undir Áka Johannesen í HB-miðverjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald