Framyvir verður landsliðsleikarin René Shaki Joensen at síggja í reyðum og svørtum hjá HB í Gundadali.
Tað boðar Havnar Bóltfelag frá á heimasíðuni í kvøld.
Hann fór sum ungur niður at spæla við Brøndby, har hann millum annað fekk debut í Superliguni. René kom í 2014 ein stuttan túr heim aftur, og spældi 40 dystir í bestu deildini við okkum, áðrenn boð vóru úr honum í Vendsyssel. Í 2017 gekk leiðin til Grindavík í Íslandi, har hann hevur spælt til nú.
Í stuttari viðmerking til HB-heimasíðuna sigur René, at hann er sera spentur uppá at koma heim aftur, og at hann gleðir seg at lata seg aftur í reyð/svørtu troyggjuna.
- Vit í HB eru sjálvsagt fegin um at fáa hann heim aftur, og gleða okkum somuleiðis at síggja hann aftur í reyðum og svørtum, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald