Tríggir dystir eru á skránni í Premier League í dag. Tíðliga seinnapartin skulu Arsenal og Chelsea á útivølli stríðast fyri at fáa trý stig í harða oddastríðnum. Men sjóneykan verður í dag veruliga sett ímóti Liverpool.
Manchester United tetur stuttu leiðina fyri at vitjan arvafíggindan. Søguliga tey greitt sterkastu liðini í Ongalandi hittast aftur, og útgangsstøði hjá liðnum úr Liverpool er væl betri enn hjá tí úr Manchester. Liverpool er á 2. plássið og kann leggja seg á odda aftur við einum sigri. Liðið hjá Klopp er ósigrað í Premier League, og Liverpool hevur ongantíð havt so nógv stig so tíðliga í kappingarárinum.
United hevur bert 26 stig, og kritikkurin móti liðnum, leikháttinum og Mourinho er nógvur og harður. Nógv eru ivaleys um, at portugisiski venjarin noyðist at fara úr felagnum, fyri at staøðn kann betrast; talan er her um viðmerkjarar og fejapparar. Stórfelagið skal gera ógvuliga nógv fyri at røkka topp-fýra, og sera torføri útidysturin í dag kann gerast eitt vegamót.
Mourinho hevur úttalað seg um, at hetta er ikki sterkasta Liverpool-liðið, ið hann hevur staðið yvirfyri; tað var liðið hjá Benitez, ið m.a. vann Champions League, tá portugisiski venjarin var í Chelsea. Klopp hevur sligið fast, at hansara menn vilja stríðast fyri øllum stigum, at teir noyðast at vera "illir"(angry) á vøllinum í dag.
Hjá Liverpool eru nakrir verjuleikarar uttanfyri við skaða: Gomez, Matip og Alexander-Arnold. James Milner er ivasamur. Útiliðið verður uttan Sanchez og Lindelof, og leikarar sum Smalling, Shaw og Martial eru ivasamir.
Liverpool er rættiliga greiðir favorittur hjá veddingarfyritøkunum. Heimaliðið hevur eisini eitt nógv betri kappingarár enn liðið hjá Mourinho, men tað er ein stórur dystur, har alt kann henda. Klopp hevur enn ongantíð vunnið á United í Premier League - tað vilja hann og hansara menn tó gera alt fyri at broyta uppá í dag.
Sunnudagur 16.12 - 17.umfar:
13.30: Brighton - Chelsea
Southampton - Arsenal
16.00: Liverpool - Manchester United
Støðan:
1.Manchester City 44
2.Liverpool 42 *
3.Tottenham 39
4.Chelsea 34 *
5.Arsenal 34 *
6. Manchester United 26 *
7. Wolves 25
8. Everton 24
9. West Ham 24
10. Watford 24
11. Bournemouth 23
12. Leicester 22
13. Brighton 21 *
14. Newcastle 16
15. Crystal Palace 15
16. Cardiff 14
17. Burnley 12
18. Huddersfield 10
18. Southampton 9 *
20. Fulham 9
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald